Eitt djúpt lágtrýst í ein landnyrðing úr Íslandi fer í ein landnyrðing og køld luft við ælum streymar í dag inn yvir Føroyar.
Í nátt ger ein hátrýstsryggur veðrið støðugari eitt skifti, men fríggjamorgunin fer aftur eitt brúgvalag við regni framvið av vestri. Enn eitt djúpt lágtrýst fer leygardagin inn yvir Ísland av útsynningi og brúgvaløg haðani við regni og vindi koma inn yvir Føroyar leygarnáttina og leygarmorgunin av útsynningi, áðrenn eitt sterkt rák av útsynningi ella vestri við óstøðugari luft og ælaveðri kemur inn yvir okkum.
Veðrið í dag
Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi og vestri, 12 til 16 m/s. Samdrigið og ælaveður, seinnapartin bara okkurt æl. Hitin millum 7 og 10 stig. Í nátt makar hann vindin, sum frá líður í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri, 7 til 12 m/s. Lutvíst klárt og yvirhøvur turt og hitin millum 5 og 8 stig.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av vestri, seinni útsynningi sunnan, 6 ttil 10 m/s. Turt og skýggjað, men onkrir sólglottar. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn. Hitin millum 7 og 10 stig.
Fríggjadagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, skýggjað og regn. Fyrrapartin snarar hann vindin í ein útsynning og vestan og makar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 7 til 12 m/s. Sólglottar og yvirhøvur turt. Um náttina lækkar hann aftur í ein sunnan og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Tað verður skýggjað og sum frá líður fer at regna. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 10 stig.
Leygardagin
Stívt andøvsgul upp í skrið av suðri, 11 til 17 m/s, skýggjað og regn, men fyrrapartin hækkar hann í ein útsynning og tað klárar í, hóast okkurt einstakt æl. Um náttina makar hann vindin nakað í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 9 til 13 m/s. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 6 og 9 stig.
Sunnudagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri, 8 til 13 m/s, út á dagin strúkur í vindi upp í skrið, 12 til 18 m/s. Fyrst sól og bara okkurt æl, annars yvirhøvur skýggjað og ælaveður. Hitin um dagin millum 7 og 10 stig, um náttina niður í 4 stig.
Mánadagin
Strúkur í vindi upp í skrið av vestri, 12 til 17 m/s, um kvøldið og náttina av útnyrðingi og makandi í lot til andøvsgul, 3 til 8 m7s. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin um dagin um 9 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.