Goymdu kjarnorkuvápn í hvørjum króki

Undir kalda krígnum goymdi USA kjarnorkuvápn í 27 londum kring heimin. Ætlanin var at bumba Sovjetsamveldið sundur og saman, brast kríggj á millum eystur og vestur

Kalda kríggið millum eystur og vestur gjørdist ongantíð veruliga heitt.

Tað prutlaði í nógv ár undir lokinum, og nógv vóru sannførd um, at fyrr ella seinni mátti kóka yvir. Men tað gjørdi tað tó ongantíð av álvara.

Men fall fyrsta bumban, var eingin vegur aftur.

Amerikumenn goymdu í loyndum túsundtals kjarnorkubumbur kring heimin, og teir ætlaðu fullkomiliga at oyðileggja Sovjetsamveldið, um kríggj brast á.

Ein nýggj kanning, sum tríggir amerikanskir granskarar hava gjørt av áður loyniligum skjølum hjá Pentagon, vísa, at amerikumenn goymdu kjarnorkuvápn og lutir til hesi í 27 londum kring heimin.

Og USA smæddist ikki við at goyma kjarnorkuløðingar í londum, sum vóru harðliga ímóti nýtslu og menning av slíkum vápnum. Leiðararnir í nøkrum av hesum londum fingu ongantíð at vita, at á teirra landajørð lógu kjarnorkuvápn, sum skuldu brúkast í einum møguligum kríggi við eysturheimin.

Eitt av hesum londunum var okkara grannaland Ísland, har amerikumenn, sambært kanningini hjá amerikansku granskarunum, goymdu bæði kjarnorkubumbur og løðingarnar til hesar eitt skifti í 50'unum, uttan at nakar íslendingur visti um hetta.

Tann dag í dag nokta amerikumenn fyri, at kjarnorkuvápn nakrantíð hava verið goymd á íslenskari jørð.


Best goymdu loyndarmálini avdúka

Tað er virda tíðarritið The Bulletin of the Atomic Scientists, sum í vikuni almannagjørdi kanningina hjá trimum granskarum, sum í langa tíð hava arbeitt við at fáa greiðu á kjarnorkupolitikkinum hjá USA undir kalda krígnum.

- Tá hugsað verður um, at stórur ansur altíð hevur verið veittur kjarnorkuvápnum, kann tað tykjast løgið, at vit í grundini hava vitað so lítið um, hvar, hvussu og nær USA hevur goymt kjarnorkuvápn uttanlands, siga teir tríggir, sum hava gjørt kanningina, sum verður rópt "Where they were".

Men nú teir hava fingið fatur á einum loyniligum skjali, sum amerikanska verjumálaráðið Pentagon hevur verið noytt at leysgeva, eru teir førir fyri at avdúka nøkur av teimum bestu goymdu kjarnorkuloyndarmálunum hjá amerikansku stjórnini.

Og hesar avdúkingar vísa, at USA goymdi kjarnorkuvápn í so viðkvomum støðum sum Íslandi, Grønlandi, Japan og Taiwan.

Men øll frágreiðingin hjá granskarunum byggir á, at teir sjálvir hava verið noyddir at funnið fram til tey ymsu londini. Pentagon upplýsti navnið á nýggju støðum, har USA goymdi kjarnorkuvápn, meðan tað var strikað út yvir hini 18 støðini.

- Men tað hevur ikki verið serliga trupult at seta nøvn á tey londini, halda granskararnir.


Týskland var høvuðsstøð

Vesturtýskland hýsti nógv størsta talinum av kjarnorkuvápnunum, sum USA flutti út um síni egnu landamørk, og tað komst av, at landið lá dygst upp at fíggindanum eystanfyri.

21 ymisk sløg av kjarnorkuløðingum vóru goymd í Vesturtýsklandi frá 1955,og tann dag í dag eru nógvar av hesum løðingum framvegis at finna í Týsklandi. Sum heild hevði USA nógv kjarnorkuvápn í Europa, og tá talið var upp á tað mesta - tað var í 1971 - vóru 7,300 kjarnorkubumbur á goymslu í europeisku NATO-londunum.

Umframt Týskland, har okkurt um helvtina av bumbunum vórðu goymdar, vóru hesar bumbur eisini goymdar í Belgia, Grikkalandi, Italia, Hollandi og Turkalandi.

Amerikumenn høvdu sjálvir kjarnorkuvápnini undir sínum valdi - á serligum støðum, har strangt vaktarhald allatíðina var. Men seint í 50'unum avgjørdi USA, at teir vildu lata nakað av síni vitan til tey sameindu londini í Europa, og tí fingu fólk haðani venjing í at brúka kjarnorkuvápnini.

Eitt skifti høvdu týskir flogskiparar sjálvir kjarnorkubumbur undir hond, tá serligar støður uppstóðu, men hetta vildi John F. Kennedy ikki vita av, og hann syrgdi fyri, at strangari eftirlit varð við kjarnorkuvápnunum.


Ísland við í spælinum

Ísland var sambært amerikansku frágreiðingini eitt av londunum, har USA goymdi bæði kjarnorku-bumbur og løðingarnar til tær.

Og hendan avdúkingin kemur fullkomiliga óvart á bæði íslendingar og onnur, tí USA hevur allatíðina tvíhildið um, at kjarnorkuvápn hava ongantíð verið á íslendskari jørð.

Sambært frágreiðingini goymdi USA kjarnorkubumbur á støðini í Keflavík frá februar mánaði í 1956 til juni mánaða í 1966. Frá september í 1956 til desember í 1959 vóru kjarnorkuløðingarnar til bumburnar eisini at finna á støðini stutt frá Reykjavík.

Ísland hevur altíð havt ein politikk, sum hevur gingið ímóti brúki og goymslu av kjarnorkuvápnum, men sambært frárgeiðingini virdu amerikumenn hetta ikki.

Íslendingar hava fleiri ferðir fingið at vita úr USA, at kjarnorkuvápn ongantíð hava verið í landinum, og eftir at amerikanska frágreiðingin fyrr í vikuni vildi verða við, at hesi vápn hava verið í Íslandi, hava íslendingar enn einaferð vent sær til amerikumenn.

David Oddson segði í Altinginum fyrradagin, at USA enn einaferð hevur sagt íslendingum, at teir hava ikki goymt kjarnorkuvápn í Íslandi, og hetta lítur Oddson á.

Ein av amerikansku granskarunum sigur, at teir eru sannførdir um, at kjanorkuvápn hava verið í Íslandi, og hann vísur á, at USA áður hevur avsannað, at slík vápn hava verið í Grønlandi. Seinni mátti USA viðurkenna, at tað hava verið kjarnorkuvápn í Grønlandi, og tað fer helst eisini at henda viðvíkjandi Íslandi, heldur hann.


Grønlendskar avdúkingar

Amerikansku granskararnir siga í teirra frágreiðing, at Danmark er tað landið, sum hevur kannað sína kjarnorkusøgu best, og teir vísa á, danir hava sjálvir langt síðani fingið staðfest, at USA goymdi kjarnorkuvápn í Grønlandi.

Ein kanning hjá tveimum donskum serfrøðingum avdúkaði í 1995, at kjarnorkuvápn vóru goymd í Grønlandi. Danski verjumálráðharrin, Niels Helveg Petersen, helt stutt eftir at hendan frágreiðingin var komin fram, ein tíðindafund í Keypmannhavn, har eisini amerikanski verjumálaráðharrin, William Perry, var hjástaddur.

Teir báðir avsannaðu, at kjarnorkuvápn vóru goymd í Grønlandi, men teir váttaðu, at amerikansk flogfør høvdu flogið yvir Grønlandi við kjarnorkubumbum umborð. Í 1968 datt eitt amerikanskt flogfar niður í Grønlandi; umborð vóru fýra kjarnorkubumbur.

10 dagar seinni sendi William Perry danska verjumálaráðharranum eitt bræv, har hann mátti viðganga, at kjarnorkuvápn høvdu verið goymd í Grønlandi í 1958. Hóast Perry vildi hava innihaldið í brævinum at verða loyniligt, legði Niels Helveg Petersen tað alment fram. Ein nevnd var sett at kanna málið, skjøl vóru funnin fram, og ein umfatandi frágreiðing skriva um málið.

Amerikansku granskararnir halda tó, at tað framvegis er okkurt í kjarnorkusøguni hjá Danmark, sum kundi verið kannað nærri.


Vanlukkur við kjarnorkubumbum

Frágreiðingin "Where they were" vísur, at flutningurin av kjarnorkuvápnunum ikki altíð var so tryggur, sum hann skuldi verða.

Tá USA í 1950 skuldi flyta eina kjarnorkubumbu - uttan løðing - til Guam datt flogfarið niður, stutt eftir at tað var farið á flog úr California. 12 av teimum 20 fólkunum umborð lótu lív og í alt doyðu 19 fólk og 58 fingu skaðar í øðiliga brestinum, tá kjarnorkubumban fór í luftina. Trýstið frá brestinum kundi merkjast einar 50 kilometrar burtur, men almenna frágreiðingin hjá herinum var, at tað vóru 10 vanligar bumbur sum fóru í luftina samstundis, tá flogfarið datt niður.

Í 1968 datt eitt amerikanskt flogfar niður í Grønlandi, og í 1950 fekk eitt amerikanskt flogfar motortrupulleikar yvir Kanada. Umborð var ein kjarnorkuumba uttan løðing. Avgjørt var at sleppa bumbuna í eina stóra á, og tá bumban var komin langt undir vatn, brustu amerikumenn hana. Ristingarnar í økinum vóru øðiligar, men aftur hesaferð søgdu amerikumenn, at talan var um eina vanliga bumbu, og sannleikin um hesa hending kom ikki fram fyrr enn 40 ár seinni.

Við nýggju amerikansku frágreiðingini er nýggj vitan komin fram um ágangandi kjarnorkupolitikkin hjá USA , men granskararnir aftanfyri frágreiðingina halda, at enn er nógv eftir at kanna og fáa greiðu á.