Leygarkvøldið verður stórt grýlutiltak fyri ungdómin við DJ Showi, livandi tónleiki frá Finni Jensen og eurodance-bólkinum Toy-Box. Eins og undanfarin ár, verður føstulávint sparkað í gongd við grýlutiltaki í Ítróttarhøllini á Hálsi fyri ungdómin, ið er 15 ár og eldri.
Hesaferð hava fyriskiparararnir fingið kenda Finnur Jensen at spæla nøkur løg. Tað er lagt upp til karaokefest, tá forsangarin í Páll Finnur Páll fer at spæla og syngja nøkur av sínum føroysku hittum.
Harumframt kemur kendi danski euro-dance-bólkurin Toy-Box at framføra. Toy-Box gjørdi um seg um aldarskifti og blivu heimskendir við hip hop-løgunum ?Tarzan & Jane? og ?The Sailor Song?, sum hittaðu á evropeisku dansigólvunum í byrjanini av ár 2000.
Grýlukapping
Á ungdómstiltakinum, sum byrjar klokkan 23.30, verður eisini DJ-Show. Tað evnaríki diskarin DJ Andru, sum fer at vísa síni diskarakynstur.
Aum eyka krydd verður eisini skipað fyri kappingum hetta kvøldið. Ætlanin er at kjósa tríggjar tær bestu grýlurnar, sum er at finna á dansigólvinum.
Tey uttanfyri høvuðsstaðin, sum ynskja at koyra við bussi til og frá Havnar, mugu melda seg til áðrenn á telefon 21 77 52.