– Grøna umleggingin skal ganga skjótari

– Tað hevur gingið í so seint higartil, heldur nýggi formaðurin í SEV-stýrinum

Tann grøna umleggingin skal ganga nógv skjótari. Tað er málið hjá Kára Johansen, ið er nýggjur formaður í SEV-stýrinum. 

Í gjár var samrøða við hann í tíðindunum á FM1, og har fortaldi hann um sínar vónir og ætlanir sum nýggjur formaður.

Her segði hann, at tann størsta uppgávan hjá SEV, sum liggur fyri framman, er at fáa varandi orkuloysnurnar at ganga skjótari. Hetta veri seg vind-, vatn-, sjóvarfals- og sólorku. 

– Tað hevur gingið í so trekt, sigur Kári Johansen við FM1.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra alla samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Kára Johansen í tíðindunum á FM1 í gjár.