Grønland er heimsins størsta oyggj, og tað er tí óneyðugt at siga, at Grønland eisini í Oyggjaleikasamanhangi er í flokki fyri seg. Allar hinar oyggjarnar tilsamans kunnu ikki bera seg saman við teir 1,2 milliónir ferkilometrarnar, sum Grønland er í areali. Og tá tað kemur til heimsins størst oyggj samanborið við minstu oynna í Oyggjaleikunum, so er Grønland 166.000 ferðir størri enn Gibraltar, sum bara er 7,2 ferkilometrar til støddar. Føroyar eru 1.399 ferkilometrar stórar. Guernsey, sum hevur flest luttakarar við og vann flest heiðursmerki seinast, er bara 24 ferkilometrar til støddar.