Í Grønlandi verður roknað við, at fyrstu fólkini verða koppsett móti koronu longu millum jóla og nýggjárs. Tað upplýsti grønlendski landslæknin, Henrik L. Hansen, á tíðindafundi í Grønlandi í dag.
- Talan verður helst ikki um serliga nógvar koppsetingar, men vit eru í samband við danskar myndugleikar, og alt er við at koma upp á pláss, soleiðis at vit kunnu fáa fyrstu nøgdirnar av koppinarevni.
Landslæknin vísti á, at tað er fløkjasligt at brúka koppingarevnið, men hetta fara tey saktans at finna út av. - Vit eru í holt við at gera eitt uppskot um eina koppingarskipan í Grønlandi, segði Henrik L. Hansen.
Grønlendska landsstýriskvinnan í heilsumálum, Anna Wangenheim, legði á tíðindafundinum dent á, at koppsetingin fer ikki at broyta tær avmarkingar, sum eru galdandi í Grønlandi í samband við korunu.
- Koppsetingin merkir ikki, at avmarkingarnar halda upp at beinanvegin. Hetta fer at henda á ein skipaðan hátt, legði landsstýriskvinnan í heilsumálum aftrat.