Grønland fær rós úr Noregi

Norskir hvalaveiðimenn rósa grønlendska landsstýrinum fyri at hava økt landsins hvalakvotu, hóast Altjóða Hvalaveiðinevndin segði nei.

-Hetta er eitt stig tann rætta vegin. At Grønland torir at ganga egnar leiðir eigur at vekja ans millum norskar myndugleikar, sigur hvalaveiðimaðurin Jan Bjørn Kristiansen við Fiskaren.

Avgerðin hjá grønlendingum kemur ikki óvart á norskar hvalaveiðimenn. Tað sigur formaðurin í felagnum hjá teimum, Truls Soløy, við blaðið. Hann sigur, at teir norsku hvalaveiðimenninir høvdu væntað, at Grønland fór at gagnga egnar leiðir og at økja sína kvotu, hóast hvalaveiðinevndin segði nei.

Ane Hansen, landsstýriskvinna í veiðimálum, sigur við grønlendska kringvarpið, at Grønland ætlar sær ikki at spreingja IWC, men hon dylur ikki fyri, at Grønland kundi ikki góðtaka framferðina hjá nevndini.