Grønlendingar ætla sær at menna handilssamstarvið við USA, og tí hevur landsstýrið í Nuuk gjørt av at lata upp umboðsstovu í amerikanska høvuðsstaðnum, Washington. Pengar eru settir av til endamálið í 2014, men ætlanin er kortini at lata umboðsstovuna upp longu næsta ár.
Formaðurin í Landstinginum, Josef Motzfeldt, sigur avgerðina vera eitt stig á leiðini at loysa Grønland frá Danmark. Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, sigur við Berlingske Tidende, at umboðsstovan verður ein partur av teirri donsku sendistovuni í Washington, men at málið eisini er, at grønlendingar skulu taka størri ábyrgd og sjálvsavgerðarrætt.
Landsstýrisformaðurin sigur, at Grønland fer at stovna umboðsstovur í sjey londum, teirra millum Kanada, Russlandi, Japan og kanska eisini í Suðurkorea. Sum er hava grønlendingar umboðsstovu í Bruxelles.
Tað eru ikki allir danir, sum eru líka fegnir um, at grønlendingar fáa sær umboðsstovur í øðrum londum. Fyrrverandi uttanríkisráðharrin Per Stig Møller hevur fýlst á hetta fyrr, og tað ger hann eisini nú.
-Grønland kann gott røkja síni handilsáhugamál, men tað tykist, sum at Grønland ætlar sær eisini at reka uttanríkispolitikk, sigur Per Stig Møller við Berlingske Tidende.
Hann leggur afturat, at sambært grundlógini er tað ríkisstjórnin, sum tekur sær av uttanríkispolitikkinum, og tí kunnu grønlendingar ikki reka egnan uttanríkispolitikk mótvegis USA.