Grønland: Finnland kann eiga jólamannin

Grønlendingar ætla sær ikki at kappast við finnlendingar um jólamannin. Tað sigur stjórin fyri Visit Greenland.

– Í Danmark siga tey, at jólamaðurin kemur úr Grønlandi, men í øðrum londum verður hann settur í samband við Finnland. Tað sirkus, sum finnlendingar hava, kunnu vit ikki kappast við, sigur Lykke Geisler Yakaboylu við DR.



Finnlendingar siga, at jólamaðurin kemur í Laplandi, og har hava tey gjørt ein jólamansbý við handlum, aktivitetum og matstovum. Hetta kann ella ætlar Grønland ikki at kappast við, tí tey halda ikki, at tað eru so nógvir pengar í jólamanninum.



– Grønland vil heldur vera kent sum eitt ævintýrligt ferðamál, har tú kanst uppliva norðlýsið og royna hundasletur heldur enn at uppliva finska »Disneyshowið«. Vit hava áður kappast um jólamannin, men vit hava tapt kappingina, og Finnland kann fyri okkara skuld fáa jólamannin, sigur Lykke Geisler Yakaboylu við DR.