Grønland og Danmark ósamd um veðurlagið

Veðurlagsósemjan millum Grønland og Danmark stendur við og versnar. Grønland vil hava eina hægri CO2-kvotu, sum loyvir menning av ídnaðarvirksemi í Grønlandi. Hóast drúgvar samráðingar standa Danmark og Grønland framvegis langt frá hvør øðrum, skrivar Information.

Grønland kann formliga ikki sjálvt luttaka við samráðingarborðið á veðurlagstoppfundinum í Keypmannahavn í desember, tí landið ikki er sjálvstøðugt, men luttekur - eins og Føroyar - í donsku samráðingarnevndini.

Nú umhugsar Grønland at fara úr donsku samráðingarnevndini og ístaðin at samráðast saman við G77, sum er ein samgonga av fátækum londum.

- Mál okkara er at koma til sættis við Danmark um at røkja okkara áhugamál. Men fáa vit ikki eina slíka innanhýsis avtalu millum Danmark og Grønland, so noyðast vit at gera okkurt annað. Hesum hava vit eisini boðað donsku stjórnini frá, sigur Kuupik Kleist, landsstýrisformaður.

Hann upplýsir, at Grønland hevur fingið innbjóðing frá G-77-londunum um at koma uppí teirra bólk.

Núverandi CO2-málsetningurin hjá Grønlandi er kjølfestur í eini avtalu millum Grønland og Danmark frá 2001. Í hesi avtalu bindur Grønland seg til at skerja CO2-útlát sítt við átta prosentum í mun til 1990-støðið, tá Grønland mestsum ongan ídnað hevði.

Seinastu árini er tó ferð komin á ætlanirnar um at menna ídnaðin í Grønlandi.

Herfyri almannakunngjørdi grønlendska sjálvstýrið eitt upprit, har staðfest verður, at trupult verður hjá Grønlandi at lúka CO2-málið við núverandi ídnaðarmenningini.

Kelda: www.sev.fo