Tað verða Brasil og Argentina sum spæla finalu, og tað verða Chile og Grønland sum spæla bronsufinalu í panamerikanska endaspælinum, ið er í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk í hesum døgum.
Brasil vann 32-24 (14-11) á Chile í fyrru hálvfinaluni, og Argentina vann ein trivaligan 39-17 sigur á Grønlandi.
Grønland kom á odda 2-0, men skjótt var støðan 5-2 til Argentina, og argentinar sleptu ongantíð takið á dystinum aftaná tað. Ingi Olsen, landsliðsvenjari hjá Grønlandi tók timeout tá Argentina var á odda 9-4, og so gekk frægari eina løtu. Argentinski venjarin bað um timeout tá støðan var 11-7, og aftaná tað setti Argentina seg fullkomuliga á dystin. Í steðginum var Argentina á odda 17-8. Tá 45 minuttir vóru farnir var støðan 30-11 til Argentina, og tá var langt síðani leyst og liðugt.
Grønland og Chile spæla bronsufinalu klokkan 17 seinnapartin í dag. Vinnarin av bronsufinaluni fer saman við Argentina og Brasil at taka lut í HM-endaspælinum, ið verður í Danmark og Týsklandi í januar. Finalan millum Brasil og Argentina verður klokkan 19.