-Grønland verður sjálvstøðugt í mínari tíð

Grønlendski politikarin, Aleqa Hammond sigur,a t Grønland verður sjálvstøðugt land ´hennara tíð

 

-Uttan Føroyar og Grønland, so er Danmark eitt av minstu londunum í heiminum. Áhugin fyri Grønalndi og Føroyum geva Danmark ein munandi størri leiklut enn støddin av Danmark sjálvum gevur.

Aleqa Hammond, fyrrverandi forkvinna fyri grønlendska landsstýrinum og núverandi fólkatingslimur fyri Grønland, segði áársfundinum hjá Framsókn, at bæði Grønland og Føroyar eiga at fáa meira burturúr støðunisum hon er nú.

Í veruleikanum kann Grønland taka sjálvræði. Danski stuðulin er 3,6 millardir krónur, men tað kann grønlendska samfelagið bera.

-Hesum ivist eg ikki í, men grønlendingar sjálvir vilja hava sjálvrøði, uttan at tað gongur útyvir gerandisdagin. Grønland kann klára seg sjálvt fíggjarliga – tað ber væl til og eg vænti Grønland verður sjálvstøðugt, meðan eg enn livi, segði Aleqa Hammond.

Grønlendski politikarin segði, at sjálvstýri ikki bert er politkkur, men tað er eisini kenslur.

Hon vísti eisini á, at síðani Grønland fekk heimastýri í 1979, eru nógvar broytingar hendar.

-Broytignar, sum vit sjálvi hava valt,  segði Aleqa Hammond.