13. januar
Í dag er hvassur vindur av norði og nógv jarðrok. Akamalik kom inn í kvøld at landa. Teir hava fulla last henda túrin. Teir hava verið heilt norðuri á 72 stigum og roynt.
14. januar
Akamalik loysti nýggjan túr í dag.
19. januar
Í dag eru – 17 stig lot av norði. Frætt er frá Ocean Tiger, sum roynir á Bill Ilebank saman við Atlantic Enterprice og Ocean Prawns. Fiskaríið var í lagi hjá teimum. Teir vóru á síðsta tóginum nú, og teir hava gott 370 tons inni. Teir fara at sigla so skjótt sum trolið er á borði. Teir hava um 400 fjórðingar til Harbour Grace. Teir skulla gera ein túr afturat í kanadiskum sjógvi. So fara teir til Ísland at landa og til eftirsýn. Aftaná fara teir Eysturgrønlands at royna. Ocean Tiger hevði eitt gott ár í fjør. Teir avreiddu fyri 86 mill, og í miðal var prísurin 14,73 pr kilo.
Poara Amaroq, Polar Natoralik og Polar Qaasiut eru allir í Eysturgrønlandi og royna. Fiskaríið hevur veri í lagi hjá teimum. Polat Qaasiut mátti inn til Hafnafjørð við maskintrupulleikum.
Í Vesturgrønlandi hevur verið vánaligt fiskarí og veðrið tað sama. Qaqqatsiaq var inni i Nuuk og landaði um hálva last
Artic Viking, sum er á Flemish Cap, hevur brúkbart fiskarí. Men har er so stór alda hjá teimum og ongin ísur, sum teir kunna goyma seg aftanfyri. Regina C er eisini har og roynir.
Børnini skulu kenna sínar pápar
Landstingið hjá okkum er við at gótaka eina nýggj lóg, sum ásetur at øll børn sum eru fødd uttan fyri hjúnarlag aftaná 1963 skulla vita, hvør pápin er.
Tað kann tí væl henda, at onkur føroyskur fiskimaður frá hesi tíðini fær bræv úr Grønlandi í næstum!