Grønlandstíðindi: Toskakvotan skerd ein triðing

Grønlandstíðindini hjá Kára við Stein hava verið nakað óreglulig í blaðnum seinastu tíðina. Men nú er ætlanini, at tey skulu gerast fastur partur í vinnusíðunum hvønn týsdag. Kári greiðir frá dag fyri dag

18. november

Í dag kom Ocean Tiger inn at landa gott 200 tons. Teir gjørdu skjótt av og loystu longu um kl 22. Kl 23 kom Qaqqatsiaq inn. Eldur hevði verið umborð. Tað var kyknað inni í pakningsrúminum, sum liggur frammanfyri fabrikkina. Til alla lukku hevði eldurin ikki fest í pakningin, tá teir varnadust eldin um kl 0300. Hetta hendi undir tí fyrsta tóginum hjá nýggja holdinum, sum var komið umborð. Teir fingu sløkt eldin sjálvir til alla lukku. Sagt verður, at roykurin var øgiligur og kolasvartur. Sum skilst var eldurin kyknadur av eini kontakt inni í rúminum, og tað sum logaði var káplar. Teir komu inn at taka pakningin upp og vaska rúmið aftur.

 

19. november

Qaqqatsiaq loysti seinnapartin til nýggjan túr. Regina C er inni í Manitsoq og landar í dag. Polar Princess er inni í Aasiat og landar. Teir hava rokast við svartkalva. Teir hava gott 720 tons inni og hava fiskað í 5 vikur. Tað kann ikki sigast annað enn at vera ógvuliga gott fiskarí. Leivur á Rógvi er skipari á hesum holdinum.

Í gjár varð sagt í pressuni, at Tasermiut hevdi siglt á land inni í havnini í Manitsoq. Tá ið teir komu inn higar, vildi skipið ikki bakka, men helt á at sigla fram. Teir rendu á nakrar flótibrúgvar og tók botn. Tað skuldu koma nakrir klókir menn at kanna Tasermiut, tá veðrið bleiv til vildar.

 

20. november

Akamalik kom inn at landa í morgun og skifta manning. Teir hava gott og væl 500 tons inni. Hetta tørnið hava teir fiskað fyri gott 21 mill. Skipari var Linjohn Cristiansen úr Skálavík. Kanadiarin Agatian Cail kom inn vid egnari megi. Teir høvdu fingið um skrúvuna og sigldu eina míl um tíman. Froskmenn vóru niðri og skóru av. Har vísti seg at vera ríkiligt at gera. Teir arbeiddu í tríggjar dagar við at fáa trolið av skrúvuni. Teir løgdu um 100 t. av svartkalva upp her eisini. Sum eg sá, var tað smáur svartkalvi. Polar Natarnaq hevur verið í Nuuk, har teir hava landað og skift fólk. Teir høvdu um 200 tons av sekkjarækjum henda túrin. Lómur var inni í Illulisat og legði knapt 100 tons upp.

 

27. november

Polar Amaroq kom inn í morgun at landa. Har var alt fult hjá teimum. Manu er inni í Manitsoq og landar svartkalva.

Tað frættist her uppi í Sisimiut, at Hanus Hansen hevur keypt eina toskakvotu uppá 1.000 tons frá einum reiðara í Illulisat. Hann hevði kvotuna, men hevði ongan trolara at fiska hana.

Polar Assik er inni í Aasiat og landar knapt 70 tons.

 

30. november

Tað dryppar av takskegginum í dag. Tað er stilli. Lómur kom inn til Illulisat í gjár at landa. Teir hava knapt 135 tons inni. Natarnaq kemur inn í morgin at landa. Teir liggja uttanfyri her og bíða til Atlantskipið loysur frá kai. Soleiðis er okkara støða vid kaiplássi ár 2008. Nú er so sjálvstýrið viðurkent her, so vón er fyri, at vit fáa nýggja kei innan fyri eina rímiliga tíð.

 

1. desember

Í dag kom Polar Assik inn til Aasiat at landa. Teir hava 65 tons inni. Tað sama gjørdi Natarnaq. Har var alt fult, sum fyllast kann. Ein óførur túrur hjá teimum. Við tí, teir løgdu upp í Aasiat herfyri, hava teir fiskað knapt 600 tons í alt henda túrin. Tarsermiut, sum tók botn inni í havnini í Manitsoq herfyri, er komin í dokk á Akureyri.

 

2. desember

Polar Nataarnaq er inni í Nuuk og landar. Har er alt fult hjá teimum. Teir landa rækjur í sekkum. Teir taka um 200 tons í lastina. Skeljabáturin Sonja Kiil II kom til Sisimiut at landa í morgun. Teir hava gott 21 tons inni. Hetta tørnið hava teir haft nógvar bakkdagar og trupulleikar av ymiskum slag.

Sisimiut er á veg inn til Nuuk at seta fólk í land og taka ymiskt umborð so sum toskatrol. Teir hava havt av allarringasta veðri á veg inn til Nuuk. Sum skilst var tað ongin, sum fekk eyguni saman.

 

Rokár hjá Sisimiut

Toska- og svartkalvatrolarin hjá Royal Greenland, Sisimiut, er nú á veg til Føroyar við fullari last. Hetta var tað síðsta, sum eftir var at fiska í ár. Sisimiut hevur rættindi at fiska tosk, hýsu og upsa í Barentshavinum. Í Eysturgrønlandi og Vesturgrønlandi fiska teir svartkalva og tosk.

Skipari henda túrin er Ivan Olsen, ættaður av Skála. Hann letur væl at árinum 2008. Hettar er eitt av teimun allarbestu árum hjá Sisimiut, sídani skipið bleiv keypt av Royal Greenland úr Íslandi í 1995. Tá var skipið bert 2 ára gamalt og kalladist Arnar. Henda seinasta túrin á árinum, sum eisini gekk gott, fiskaðu teir 612 tons av svartkalva í 27 dagar. Teir leggja veiðuna upp í Kollafirði og vera væntandi á Føroyum 9. desember.

Eftir, at tað er liðugt at landa, fer Sisimiut til Havnar at gera ymiskar ábøtur. Farið verður aftur í Barentshavið uppundir árskiftið.

 

4. desember

Ocean Tiger kom inn her til at landa í morgun. Teir hava knappa fulla last. Teir skulla skifta nakað av fólki út. Tað er komin fløkja í flúgvingini, so teir verða noyddir at liggja nátt yvir. Polar Aassik er á veg inn til Aassiat at landa. Teir hava knapt 70 tons inni. Teir hava fýra tímar á fiskileið og plaga at fáa uppí skipið eftir 1½ samdøgri.

 

5. desember

Ocean Tiger fór nýggjan túr í seinnapartin. Nú er komið alment fram, at Arctic Prime hjá Hanus Hansen og øðrum hava fingið eina kvotu uppá 1.000 tons av toski. Ætlanin er at leggja saman við tvey onnur reiðarí, sum ongan trolara hava. Annað er úr Eysturgrønlandi og hitt úr Illulisat.

Tað hevur verið frammi í miðlunum her, at landstýrið hevur lækkað toskakvotuna við einum triðingi, so hon bert verður 20.000 tons í 2009. Kvotan uttanskers verður skorin niður frá 15000 tons til 10.000 tons. Restin av kvotuni er so 10.000 tons, sum er til fiskarí innanskers, so sum botngarna- línu og garnaveiða.

 

6. desember

Í dag er lorta veður við nógvun vindi av suðri og okkurt æli inn í millum. Lómur verður inni aftaná døgurða. Alt er fult: Last, fabrikk, paunum og eisinir posarnir á dekkinum eftir veiðu í trý samdøgur. Metið var 138 tons, men tað er longu farið. Teir meta seg hava um 150 tons henda túrin. Tað er óført hjá teimun.