Fyrst í hesi vikuni kom ísfiskalínuskipið Núpur undan Eysturgrønlandi við umleið 180.000 pundum, sum teir landaðu á Kósini í Klaksvík. Meginparturin av veiðini var toskur, restin var brosma og kongafiskur.
- Línuskipini, Jákup B, Pison og Vesturhavið, royndu eisini undir Eysturgrønlandi, og allir hava góðan túr, veit Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini at siga í dag, nú sjómanstrúboðarin hevur vitjað umborð á Núpi.
John Kári Jacobsen, skipari á Núpi, sigur, at túrarnir undir Eysturgrønlandi koma væl við hjá línuskipunum, nú tað er smáligt at fáa undir Føroyum.
Sjálvur hevði John Kári Jacobsen frí seinasta túr, og annar skipari var umborð.
- Vit hava ein túr eftir, ið er ein kvota, sum skipið hevur havt í mong ár. Túrarnir undir Eysturgrønlandi eru vanliga góðir, og tað skulu teir helst eisini vera. Tað er langt at sigla, og tí kunnu vit ikki royna líka leingi sum undir Foroyum, sigur hann.
Núpur fer avstað aftur í annaðkvøld, og 14 mans verða við henda túrin.
In.fo kann leggja aftrat, at umframt nevndu ísfiskalínuskip, er eisini Sandshavið á veg heim úr Eysturgrønlandi og gongur alt, sum ætlað, verður ísfiskalínuskipið heima í Føroyum leygardagin.