Fleiri grønlendingar hava fingið sær telefonhald frá Føroya Tele, tað skrivar grønlendski tíðindamiðilin Sermitsiaq.ag. Sambært Sermitsiaq eru føroysku prísirnir nógv lægri enn teir grønlendsku, og síðan Føroya Tele lanseraði eitt hald sum kundi brúkast frítt í 37 ymiskum londum, er tað blivið populert millum grønlendingar at fáa sær føroyskt telefonnummar.
“Sær man burtur frá tí vansanum, at man hevur eitt føroyskt telefonnumar, kann man spara upptil ein triðing av pengunum”, skrivar Sermitsiaq.
Serliga er tað prísurin á data – tað vil siga internet á fartelefonini – sum ger haldið frá Føroya Tele populert. Í Grønlandi kosta tvey gigabyte 350 krónur um mánaðan, meðan tú frá Føroya Tele kann fáa seks gigabyte fyri 397 krónur um mánaðan, skrivar grønlendski tíðindamiðilin.
Skapar gleði og skepsis
Grønlendska fyritøkan Tele-Post hevur einarætt at veita grønlendskum kundum datapakkar til fartelefonina, men nú hevur fyritøkan altso fingið kapping. Tað gleðast fleiri um.
“Hetta vísir bara, at Tele-Post svevur í tímanum og forsømir at geva tann besta prísin í Grønlandi. Kunnu vit fáa telefonliberalisering og tað nú!”, viðmerkir René Olsen til greinina á grønlendsku tíðindasíðini.
“Einkarrætturin gevur Tele-Post møguleika at áseta prísirnir sjálvi. Lat kappingarneytir koma til! Jú fleiri, jú betri prísir”, viðmerkir Mogens Kleist eisini.
Men summi eru skeptisk yvir fyri nýggju kappingina.
“Um fleiri nú fáa sær føroyskt hald, er tað onkur sum skal gjalda fyri manglandi inntøkurnar hjá Tele-Post, og hvør verður tað?”, viðmerkjur Henrik Bjørn Hansen.
Kelda: Sermitsiaq.ag