Grønlendsk kvinna skuldsett fyri dráp í Danmark

Ein ung grønlendsk kvinna er skuldsett fyri dráp av einum 61 ára gomlum manni í Solrød Strand í Danmark.

 

 

Hetta upplýsir danska løgreglan fyri grønlendsku heimasíðuni Sermitsiaq, og lagt verður aftrat, at unga kvinnan varð handtikin seinnapartin í gjár. Í dag hevur hon verið til grundlógaravhoyr í rættinum í Roskilde.

Tað var seinnapartin sunnudagin, at løgreglan fór út á eina adressu í Solrød Strand, eftir at ein vinmaður hjá hinum 61 ára gamla var á adressuni og hevði staðfesti, at okkurt var galið hjá vinmanninum.

Sermitsiaq hevur hitt varaløgregluleiðaran, Bjørke Kierkegaard.

- Vit fingu boð um at fara út á eina adressu, har ein lívleysur persónur møguliga var, og tá vit komu fram, var maðurin longu deyður, sigur Bjørke Kierkegaard við grønlendsku heimasíðuna.

Tá løgreglan kom á staðið og fann deyða mannin, møttu tey eisini 27 ára gomlu kvinnuni, sum varð handtikin á staðnum. Løgreglan staðfesti, at maðurin helst hevur verið fyri harðskapi. Bjørke Kierkegaard vil ikki upplýsa, nær maðurin er deyður, og deyðsorsøkin skal staðfestast við líkskurði.

Unga kvinnan og 61 ára gamli maðurin høvdu onkrar “relatiónir”, sum tað verður rópt, men løgreglan vil ikki upplýsa ítøkiliga, hvørjar hesar vóru. Tað er heldur ikki greitt, hvat motivið aftan fyri drápið er, men unga grønlendska kvinnan noktar seg seka í málinum.