Eg fegnist almikið um, at systur- og bróðurflokkurin hjá Tjóðveldi, Inuit Atagatigiit, hevur vunnið ein slíkan stórsigur á landstingsvalinum í Grønlandi. Og ikki minst eri eg ovurfegin um, at vinmaðurin og politiski felagin, Kuupik, fekk eina so dygga álitisváttan og nú verður politiski leiðarin í Grønlandi.
Havi tosað og samskift nógv við Kuupik upp undir valið. So seint sum dagin fyri valið, ivaðist hann stórliga í, um góðu veljarakanningarnar kundu vera eftirfarandi, tí vanliga hevur Siumut-flokkurin verið undirmettur í veljarakanningum – serliga tí Siumut altíð hevur staðið sterkur úti á grønlendsku bygdunum.
Men IA og Kuupik gjørdu bart um alt hetta stóra landið. Og fleiri orsøkir mugu sigast at vera til tess. Inuit Atagatigiit merkir samanhald og samhaldsfesti millum grønlendska fólkið. Flokkurin er vaksin støðugt, síðani hann bjóðaði seg fram fyrstu ferð, men hevur ofta verið spjaldrasettur at vera ov vinstravendur og ímóti vinnuni, at hava ov nógv lærd fólk og at vera ov býarkendur. Inuit Atagatigiit var í samgongu í byrjanini av hesum valskeiði saman við Siumut og Attassut, men varð koyrdur á dyr, tá tey noktaðu at taka undir við studningi til vinnulívsbólkar og óneyðugar prestisjuíløgur.
Til hetta valið hevði IA greiðan boðskap:
Sjálvstýrið skal byggjast á ábyrgd, sjálsvirðing og samhaldsfesti.
Ein uppgerð og eitt siðaskifti í grønlendskum politikk, har fólkaræði skal valda – og ikki valdið og rossahandlarnir hjá nøkrum politiskum bólkum.
Samhaldsfesti og sosialt rættvísi millum grønlendska fólkið – og ikki royndirnar at seta kílar millum bygd og bý, millum leik og lærd og millum samfelagsbólkar.
Útbúgving og altjóða samstarv.
Flokkurin stillaði upp bæði roynd fólk og eina røð av ungum fólki – og ikki minst kvinnum. Sum vit hava sæð tað við unga samstarvsfelaga okkara, Julianne Henningsen, sum vann stórsigur á fólkatingsvalinum og fekk eitt gott val til landstingið hesaferð, so framdi IA eisini her eitt veruligt siðaskifti. Av teimum 14 tingfólkunum, sum vórðu vald, eru 8 kvinnur.
Eg havi verið í tøttum samstarvi við Kuupik Kleist í eini 10 ár. Eftir fólkatingsvalið í 2001 elvdi hetta eisini til, at vit stovnaðu Norðuratlantsbólkin á fólkatingi.
Kuupik hevði ein serstakan uppvøkstur, har hann vaks hjá mammu síni, ið var deyv, í tí námsbygdini á oynni í Diskovíkini, sum varð niðurløgd og fólkið flutt burtur. Hann er útbúgvin á Roskilde Universtitetscenter (RUC) í samfelagsfrøði. Hann er ein víðskygdur og nærlagdur álitismaður, og ein sera góður vinur við løttum lyndi. Musikalskur, skemtiligur og góður í veitslulagi, sum hann prógvaði, tá hann eftir valsigurin sang í Nuuk-høllini fyri teimum mongu viðhaldsfólkunum. Kuupik dugir væl mál og hevur ein sterkan altjóða sjónarring. Hann er eyðmjúkur mótvegis sínum politiska valdi og er fullkomiliga ósnobbutur. Býr í einum íbúðarblokki í einum av nýggjaru býarpørtunum í Nuuk saman við seinnu konuni. Kuupik, sum í fjør fylti 50, eigur trý vaksin børn og ein tvey ára gamlan son, umframt ein 9 ára gamlan fosturson.
Hann fær nú ein ovurstóra uppgávu at endurreisa álitið á grønlendsku politisku skipanina, at gera stórar reformar og at venda einum storum halli á fíggjarlógini.
Valið í Grønlandi er ein stór uppgerð og eitt siðaskifti – eisini í norðurlendskum høpi. Tað er ikki komið fyri áður í Norðurlondum, at ein vinstravendur loysingarflokkur, hevur fingið 44% av atkvøðunum og nú fer at skipa landsins leiðslu.
Fyri londini í Útnorði er gongdin eisini serstøk. Í Íslandi er systur- og bróðurflokkurin, tey Vinstri-grønu, við Steingrími J. Sigfússyni, eisini høvuðsleikari í tí politiska siðaskifti og teirri eindurreising, sum Ísland er farið undir og sum hevur fingið dyggasn stuðul frá veljarunum.
Fyri Føroyar er ongin ivi um, at politiska broytingin í Grønlandi og Íslandi gevur serstakar møguleikar fyri at økja samstarvið millum londini nógv meira – bæði innan vinnu, útbúgving, mentan heilsu, umhvørvis- og orkuspurningar.
Møguleikarnir fyri eini Útnorðursamgongu hava ongantíð verið betri, nú grønlendingar hava valt eina nýggja leiðslu.
Kuupik Kleist og Inuit Atagatigiit hava hugsjónina um eitt sterkt samstarv millum Grønland, Føroyar og Ísland.