Grønlendsku norðbúgvarnir skrivaðu nógv

Í summar hava fornfrøðingar funnið fimm lutir við rúnum á í útgrevstrinum í Igaliku, sum er ein lítil bygd heilt har suðuri í Grønlandi.

- Vælsignað veri fruktin í lívi tínum. Hetta stendur á einum lítlum træpetti, sum funnið var í útgrevstrinum í gamla bispasætinum hjá norðbúgvum í Igaliku.

Norðbúgvarnir í Grønlndi skrivaðu í sínari tíð dúgliga. Higartil eru 170 rúnur funnar í Grønlandi.

Á danska tjóðarsavninum eru tey við at kortleggja allar hesar rúnurnar, og tælanin er at geva bók um evnið.

-- Tað er næstan líka mikið, hvar vit enn seta spakan í jørðina í, har norðbúgvar búðu í Grønlandi, so finna vit rúnur. Tað sigur nakað um, hvussu vanlig skrivimentanin hevur verið. Rúnurnar hava havt nógv ymisk endamál, men fleiri av teimum hava religiøst innihald, sigur granskarin Lisbeth Imer við grønlendska útvarpið.