Grótflutningurin í Leirvík gongur væl

- Allur grótflutningurin gjøgnum bygdina er skipaður eftir avtalu millum teir, ið flyta grótið og ferðslunevndina hjá Leirvíkar bygdarráði, og hetta hevur eftir umstøðunum gingið væl, sigur Sjúrður Eliasen, bygdarráðsformaður

Grótflutningur

Herfyri datt ein hampiliga stórur steinur av einum lastbili, sum koyrir grót úr tunnilsmunnanum í Leirvík. Steinurin endaði á bygdarvegnum í Leirvík, men elvdi tíbetur ikki til nakran skaða.
Tá ið Sosialurin vitjaði í undirsjóvartunlinum nakað herfyri, fingu vit upplýst, at tunnilsmenninir skjóta einar 2-3 ferðir um samdøgnið, og hvørja ferð skotið verður, er rúgvan av gróti uppí 60 lastbilar!
Meginparturin av grótinum, sum higartil er komið úr tunlinum, er lagt upp í Leirvík, men ein partur er koyrdur av bygdini ? og nakað er flutt um Leirvíksfjørð til Klaksvíkar.

Gingið væl

Sosialurin hevur spurt bygdarráðsformannin í Leirvík,
Sjúrð Eliasen, hvussu flutningurin av gróti hevur gingið higartil.
- Vit mugu siga, at tann flutningur, sum verið hevur, sum heild hevur gingið væl. Eg veit um handan steinin, sum datt av lastbilinum, men annars hava vit ikki havt nógv at fýlst á.
Hann sigur, at tað sjálvsagt hevur havt stóran týdning, at meginparturin av grótinum ikki er farin gjøgnum bygdina, men er lagt í rúgvu norðanfyri tunnilsmunnan. Ein annar partur er nýttur til veg norður á Kráartanga.
Sjúrður sigur, at allur grótflutningurin gjøgnum bygdina er skipaður eftir avtalu millum teir, ið flyta grótið og ferðslunevndina hjá Leirvíkar bygdarráð.
- Hetta samstarv hevur gingið væl, sigur hann.

Á Kráartanga

Bygdarráðsformaðurin sigur, at ein vegur er bygdur gjøgnum fjøruna og norður á Kráartanga, har Leirvíkar bygdarráð hevur samtykt at gera eitt stórt uppland, og fyrst í apríl mánaða verður byrjað at koyra grót norður hagar.
Sjúrður sigur, at kommunan miðjar eftir at fáa eitt uppland á Kráartanga, sum verður einar 14.000 fermetrar stórt.
- Grótið, sum kemur úr undirsjóvartunlinum, verður nýtt til útfylling, og síðan verður stórt grót lagt sum verja, soleiðis at útfyllingin ikki skolar burtur í uppgangi.
Hann vísir á, at grót úr tunlinum eisini verður flutt um Leirvíksfjørð, og síðan verður báturin aftur fyltur í Klaksvík við stórum gróti, sum verður lagt sum verja á Kráartanga.
- Soleiðis kemur báturin at sigla lastaður báðar vegir, sigur Sjúrður.
Hann veit ikki heilt ítøkiliga, hvussu langa tið, tað kemur at taka at fylla upp á Kráartanga og vil í løtuni ikki geva nakað boð uppá, hvat tað kemur at kosta.
- Men hetta er eitt arbeiði, sum kommunan tekur sær av, sigur hann.

Stóran týdning

Sjúrður sigur, at upplandið, sum Leirvíkar kommuna fær á Kráartanga, kemur at hava stóran týdning fyri kommununa framyvir.
- Grótið, sum verður lagt út, kemur eisini at verða ein lývd fyri havnalagnum í Leirvík, umframt at arbeiðsumstøðurnar hjá skipunum á staðnum verða munandi betraðar.
Spurdur, hvat økið annars skal brúkast til, heldur bygdarráðsformaðurin, at enn er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um tað.
- Men her verða nógvir møguleikar, og nú vit hava grótið við hondina, er tað av stórum týdningi, at ein stórur partur av hesum kemur bygdini til góðar.
Hann vísir á, at jú meira grót verður lagt í Leirvík, tess minni verður flutningurin gjøgnum bygdina.
- Tað er greitt, at skuldi alt grótið, sum kemur burtur úr tunnilsbyggingini, verið koyrt gjøgnum bygdina, hevði tað verið uppaftur strævnari hjá okkum, sum búgva her, sigur Sjúrður Eliasen, bygdaráðsformaður í Leirvík.