Grótið rapar meðan tey bíða eftir tunlinum

- Eingin onnur loysn enn ein tunnil er nóg góð hjá fólkinum í Tjørnuvík, slær Elsa Andreasen fast. Hon er bygdaráðslimur í Sunda kommunu og sær bert eina einstaka loysn á vegasambandinum millum heimbygd hennara Haldórsvík og Tjørnuvík

Tjørnuvík: - Nei, tað er ikki hvønn dag at eg hætti mær norður til Tjørnuvíkar, slær Elsa Andreasen fast.

Hon er ein teirra, ið er upptikin av at tryggja bygdarfólkinum fyri norðan tryggar umstøður at koyra eftir.

Fyri hana er eingin onnur loysn at gera enn ein tunnil. Hetta hevur hon ikki frá ongum, tí tað hevur í fleiri umførum verið tosað um at gera ein tunnil.

Tvær loysnir hava verið frammi: Ein 2950 metrar langur tunnil millum Víkanes og Tjørnuvík, og ein 2150 metrar langur tunnil millum Marmanskallará og Tjørnuvík.

Enn er einki ítøkiligt hent og eingin avgerð er heldur tikin, og enn eru mong sum hava ampa av at koyra til Tjørnuvíkar. So seint sum fríggjadagin í farnu viku datt ein stórur steinur oman á henda vegin.

- Eg fari so sjálv ikki norður til Tjørnuvíkar, tá regnar ella tað toyar, sum tað ger í dag (mikudagin í farnu viku, blaðm.), sigur Elsa Andreasen.

Hetta er avgjørt eitt mál, sum tey í bygdaráðnum í Sunda kommunu kundu tikið upp við landsins myndugleikar.


Hegnið eitt skendsil

Málið um Tjørnuvíkarvegin hevur verið frammi við jøvnum millumbilum. Rættiliga trupult er at breiðka vegin, og tí er ikki nógv annað at gera enn eitt berghol.

Bæði uppskot og fyrispurningar um hetta sama hava verið á løgtingi, men enn er einki ítøkiligt hent til bata fyri vegasambandið hjá bygdarfólkinum.

Alt hetta málið hevur sjálvandi stóran áhuga hjá bygdarfólkið, uttan tó at hetta hevur verið málinum at bata higartil.

Elsa Andreasen sigur seg hava skilt, at ymiskar royndir eru gjørdar í lendinum til tess at kanna, hvar ein tunnil best kann borast.

Meðan bíðað verður eftir tunlinum, er hegn sett upp í Tjørnuvík til tess at forða fyri at grót og klettar rapa oman á vegin.

- Fólkið í bygdini fekk at vita, at hetta skuldi vera ein fyribilsloysn. Men nú er meiri sannlíkt, at hetta verður ein varandi loysn.

- Og tá satt skal vera sagt, so er hetta hegnið einki minni enn eitt skendsil fyri bygdina, slær Elsa fast.

Fleiri fólk halda eisini, at hegnið stendur í heilt skeivum staði. Royndirnar vísa, at tað nógva grótið kemur oman longur uppi, og sum nú er, fer grótið onkustaðni undir hegnið, tí ein á liggur beint har.

- Ja, tí er tað ikki uttan orsøk at fólk siga, at tað grótið sum ætlar sær omanum, tað sleppur oman, slær Elsa fast.


Ótrygt og forferdiligt

Eins og so mong onnur, veit Elsa at vegurin er ikki nóg tryggur.

Sum longu nevnt fer hon ikki norður hagar, tá vandi er fyri at grót kann rapa oman. Og tað ger hon ikki uttan orsøk: Sum víst á aðrastaðni á síðuni, hevur hon sjálv upplivað, hvat tað vil siga at standa mitt í einum omanlopi á miðjari nátt.

- Ja, fyri meg er eingin ivi um, at tað er forferdiligt at koyra eftir hesum vegastrekkinum, tí tað er so ótrygt, slær hon fast.

Tað er nærum ikki dagur, at tað ikki rapar grót oman. Men tað er ikki altíð at teir hjá landsverki fáa tað at vita.

Tá grót liggur á vegnum eru fólk í Tjørnuvík, sum koma koyrandi framvið, skjót at rudda tað burtur. Tí er ikki altíð at alt grótið verður skrásett, um ein kann siga tað so.

- Tað vísir seg mangan, at tá teir koma norður, tá er tað nógva grótið longu burtur.


Mugu avstað

Hóast teir hjá landsverki ikki síggja grótið á vegnum, so eru kortini onnur tekin sum vísa greitt, hvussu støðan veruliga er:

Smágrót liggur á vegnum; tað er evja á vegnum; tað eru hol í vegnum; buglur síggjast í bilverjuni; og so er vegurin haraftrat sera smalur.

Tað kemur eisini meiri enn so fyri, at smágrót kemur á bilar. Og um fólk fara á súkklu millum bygdirnar er ikki óvanligt, at hesi síggja steinar koma oman á vegin.

- Skal eg vera heilt erlig, so hevði eg sjálv ikki viljað búð í Tjørnuvík um veturin. Um summarið er tað ein heilt onnur søga.

- Trupulleikin er bert hann, at vit í Vík og onnur kunnu velja um vit fara til Tjørnuvíkar ella ikki. Men tað kunnu tey ikki. Tey mugu og kunnu bert koyra eftir hesum smala og ótíðarhóskandi vegnum dag og dagliga, staðfestir Elsa Andreasen.





Mitt í einum omanlopi

Elsa Andreasen hevur sjálv upplivað, hvussu vandamikið tað er at koyra millum heimbygd sína Haldórsvík og Tjørnuvík.

Hesa náttina regnaði sera illa, og Elsa var sum bilførari á veg norður til Tjørnuvíkar við fólki.

- Tá vit so skuldu fara oman av Enninum, rendu vit okkum í ein dunga av stórum steinum og nógvari móru. Alt var evja rundan um okkum á vegnum, greiðir Elsa frá.

Her var ikki hugsingur um at koyra víðari norðureftir. Tjørnuvíkingarnir í bilinum ætlaðu at ringja eftir bili og so bara ganga oman ímóti bygdini.

Tá hesin bilurin kom niðan ímóti teimum, slapp hann ikki longur enn eitt vist, tí tá lá ein stórur klettur mitt á vegnum og forðaði allari ferðslu.

- Ja, tú kanst ætla, at tað er einki minni enn forferdiligt at koma í slíkt, sigur Elsa.

Hóast einki mansskaði hendi, minnist hon framvegis hendingina við stúran.