Gróðurstøðin Gundadalur

Jógvan Arge, formaður mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs
---

Nú eru 100 ár síðani fyrsti ítróttarvøllurin varð gjørdur í Gundadali. Tað var ein fótbóltsvøllur, sum lá eystur og vestur á sjálvari Gundadalsfløtu, sum í dag er undir Niðaravølli og Tórsvølli.

Tað eru eisini 100 ár síðani, Tórshavnar býráð samtykti at keypa stóran part av Gundadali til ítróttarendamál. Býarins vísu fedrar sóu hetta sum tann besta møguleikan at útvega havnarungdómi umstøður til ítrótt.

Teir fóru langt út um býin, og í dag kunna vit bara ásanna, at rætt gjørdu teir. Vónandi verða vit, sum í dag ráða fyri borgum, eisini før fyri at taka onkra avgerð, sum fer at bera líka langt fram í tíðina.

Hesi mongu ár hava vit, sum aftan á komu, havt til uppgávu at fylla út í karmin, sum Gundadalur jú er. Her hevur verið gjørt mangt og hvat til tess at fullfíggja tilboðini. Alt við einum og sama endamáli - at útvega havnarfólki umstøður fyri einum sunnum ítróttalívi til frama fyri heilsu og trivnað hins einstaka.

Sumt er farið undir grót og asfalt aftur, og annað er komið upp úr toftunum, men saman um tikið er Gundadalur okkara sanna miðstøð fyri ítrótti og frítíðarlívi, og her eru ríkir møguleikar fyri tann, sum hevur hug til spæl og áræði til kapping.

Seinir á veg
Framstig eru gjørd alla tíðina, men ferðin hevur verið ymisk eins og politiski hugburðurin. Í tíðunum undan okkum var ansurin fyri tí mikla margfeldni, sum er í ítrótti, kanska nakað lítil.

Hetta varð ásannað, tá vit tóku við leiðsluni í Tórshavnar býráð fyri fimm árum síðani. Ovast á breddan settu við rennibreytina, sum er tann fyrsta av sínum slag í høvuðsstaðnum – og er vorðin eitt so heppið bragd, sum tú sjáldan sært.

Við henni fingu vit umstøður til tann frælsa frumítróttin. Tað vil siga, at vit langt um leingi komu ájavnt við antikka Grikkaland, har ítróttavøggan stóð. Tað var upp á høgu tíð!

Niðanfyri Hálsin høvdu vit umstøður til frumítróttina í tí váta elementinum, og onki var meira natúrligt, enn at útvega sjálvari tí føroysku fólkaítróttini, fimleikinum, umstøður í sama umhvørvi millum hyljar og bóltsvøllir.

Fólkaítróttin fimleikur
Vit ivaðust ikki í, at fimleikurin eisini stóð fyri tørni. Tað er í fimleikinum, vit hava tey størstu ítróttafeløgini og teir flestu íðkararnar í øllum aldrum - frá tí, tey duga at ganga, til tey ikki eru ment at flyta seg longur.

Stórt arbeiði hevur verið gjørt fyri at halda hesum týdningarmikla frítíðarítrivi og heilsubata uppi, men nógv hevði farið fyri skeytið, um hóskandi innivist ikki var. Niðurstøðan hjá okkum var tí, at kommunan sjálv mátti taka stórum til – og kvinnurnar stóðu ikki aftastar í raðnum, tá ábyrgdin skuldi takast.

Hetta vísti seg at gerast ein øgilig íløga upp á seg, og eitt skifti steðgaðu vit á til tess at meta um av nýggjum, um kommunan orkaði at bera alla íløguna. Í felag sannførdu vit kvinnur og menn okkum um, at hetta var leiðin.

Nú er loksins komið á mál - einans við skattakrónum frá borgarunum í Havnar kommunu í rygginum. Takk skulu tit hava fyri tær.

MT Højgaard hevur bygt
Sáttmáli varð gjørdur við MT Højgaard á sumri 2008, og fyrsti spakin varð settur í til valið í november 2008 – fyri bara hálvumøðrum ári síðani. Fyri MT Højgaard gjørdi felagið BBP Arkitektar í Keypmannahavn projektið.

Kommunan metti hetta vera bestu byggifrøðiligu loysnina. BBP Arkitektar eru serfrøðingar í ítróttabyggingum og hava vunnið fleiri virðislønir fyri slíkar. Øll hendan serfrøðin er nú eisini komin Havnini og havnarfólki til góðar.

Ráðgevandi virkini Landsbyggifelagið og Sofus M. Jacobsen hava fyri kommununa havt eftirlit við byggingini, og hava ansað væl eftir. MT Højgaard hevur havt fleiri undirveitarar: RTS til rørarbeiði, Sea Star til betongarbeiði, LM-Electric til el-arbeiði, Demich til HVS-arbeiði, Una Nielsen til málaraarbeiði, JCC til timburarbeiði og Articon til hornabygningin.

Serkønir úr Svøríki gjørdu ein serligan takmembran, og tey mongu amboðini til sjálvan fimleikin hava serkønir úr Danmark og Fraklandi sett upp.

Kommununan hevur havt sína egnu bygginevnd. Har sótu fyrstu tíðina Hildur Eyðunsdóttir, Sjúrður Olsen, Mikael Viderø, Heri Olsen og Ingibjørg Berg í nevndini. Seinni komu Jákup Simonsen, Jákup Egholm Hansen og eg sjálvur í nevndina fyri og Jákup Egholm loysti Ingibjørg av sum formaður.

Ikki undir hvørjum steini
Tá vit hildu reisigildi, varð flent at, at Jákup Egholm Hansen var mismaltur og segði, at skil kom ikki á, fyrrenn hann kom upp í ætlanina. Nú loyvi eg mær at staðfesta, at tað, sum hann segði, var ikki heilt av leið. Men øll, sum hava havt við byggiætlanina at gera, eiga tøkkina fyri, at byggingin er framd sum ætlað, og at kostnaðarætlanin hevur hildið upp á oyrað.

Fimleikurin í Havn hevur nú tær glæsiligastu umstøður, sum hugsast kunnu. Hendan nýggja høllin er ikki bert eindømi hjá okkum. Slíkar hallir finnast ikki undir hvørjum steini uttanlands heldur.

Tann størsti saknurin var høllin til fjølbroyttan amboðsfimleik. Hon hevur nú fingið heiðursplássið mitt í Fimi við hallum til rytmiskum fimleik í hvør sínum borði.

Tað kunna byggjast einar tvær hæddir oman á hesa høllina. Onkur vil tí vera við, at hetta er dýrasti kjallari, sum nakrantíð er bygdur norðanfyri Ekvator. Tað kann gott vera, men upp aftur betri verða umstøðurnar í Gundadali, tá tær báðar hæddirnar kom aftrat við sínum tilboðum til havnarfólk – nær tað so verður.

Gundadalur ongantíð liðugur
Sum skilst eru ikki allar súður syftar. Ein heildarætlan fyri Gundadal er á borðinum. Hetta er eitt arbeiði, sum ongantíð verður liðugt, tí avbjóðingarnar troðka alsamt á.

Eitt hol gapar millum HB-húsið og B36-húsið. Tann seinna helvtin av Gundadalshøllini er ikki komin, og Ítróttarhøllin á Hálsi kann byggjast út.
Tórsvøllur trongir til eina bøtandi hond og kanska graslíki aftrat, so tímarnir verða nógv fleiri.

Og alt meðan umstøðurnar til svimjing eru í trengra lagi, eru vit við sterkum tøkum farin at leggja okkum út í sjálvan heimstoppin. Tað setir eisini krøv til okkum, sum taka avgerðirnar um, hvørjir møguleikarnir skulu verða.

Alt verður ikki útvegað eftir fáum døgum. Býráðið hevur vakið eyga við teimum møguleikum, sum eru, og fer alsamt at arbeiða við at menna teir til frama fyri heildina.

Gróðurstøð fyri ungdómin
Sum ítróttagrein hevur fimleikurin ta longstu tradisjónina í Føroyum. Hann byrjaði í Realskúlanum fyri útivið 150 árum síðani, og tíðliga fóru næmingarnir at spjálka undir bjálkunum í Leigubúðini í Tinganesi.

Seinni varð býarins fyrsta ítróttahús bygt við Boysensgarð við Havnar Kirkju. Tað var ein fimleikahøll, sum Realskúlin fekk afturfyri Leigubúðina. Har vóru eisini almennar venjingarnar, og har hevði býarins fyrsta ítróttafelag, Ítróttafelagið Fimur, sína fyrstu fimleikaframsýning í árinum 1901.

Søguna um fimleikin fingu vit alla, tá Havnar Fimleikafelag fylti 100 í desember. Unglingar í Havn fingu læraran Jógvan Waagstein at hjálpa sær at fáa felagið í lag. Í dag hava vit tvey fimleikafeløg í býnum. Fimleikafelagið Ljósið varð stovnað í 1975 á virksemið, sum Lydia Arge fór undir í sekstiárunum.

Síðani hava feløgini bæði livað lið um lið í kapping og samarbeiði.

Tað er við gleði og stórum vónum, at Tórshavnar býráð letur fimleikafeløgunum tey prýðiligu hølini til nýtslu saman við tí stóra og fjølbroytta eigaraskaranum – borgarunum í Havnar kommunu.

Gundadalur hevur í 100 ár verið ein gróðurstøð fyri ungdómin í Havn – og verður tað ikki minni í framtíðini.

Kristi Himmalsferðardag 13. mai 2010. ja.