Um vikuskiftið skipar Badmintonsamband Føroya fyri Grand Prix kapping á Kambsdali.
Kappast verður í einmansleiki, og kappingin byrjar leygardagin kl. 11, tá børn undir 10 ár møta.
Børn 10-12 ár byrja kl. 12.30, børn 12-14 ár kl. 14 og børn 14-16 ár byrja kl. 16.
Hildið verður fram sunnudagin kl. 13, tá vaksin og unglingar spæla.
Hetta er fyrsta GrandPrix kappingin av einari røð, sum verður spæld ymsastaðni yvir allan veturin.