Grand Prix vinnararnir 2007 funnir

Seinasta Grand Prix umfar í borðtennis var á skránni um vikuskiftið, og her var stórur spenningurin stórur í fleiri av deildunum

Um vikuskiftið var seinasta umfar í Grand Prix kappingini í ár avgreitt. Undan umfarinum var spenningurin stórur í fleiri deildum, um hvør skuldi fáa gull, og hvørjir leikarar fóru at tryggja sær luttøku í Brøndby Cup. Kappingin bleiv avgreidd í ítróttarhøllini í Trongisvági, har umleið 90 leikarar úr fýra feløgum kappaðust.

Fyrsti Grand Prix sigur nakrantíð
Hjá teimum yngstu gjørdist eingin broyting eftir 6. umfar, har Anna Mikkjalsdóttur aftur í ár megnaði at vinna kappingina hjá smápinkunum, meðan Durita Jensen og Sofía Maria Ferjá kappaðust um annað plássið. Har dró Durita longra stráðið samanlagt og vann silvur, sjálvt um Sofía Maria endaði frammanfyri Duritu í kappingini um vikuskiftið.
Bjørgvin Sveinbjørnsson úr Royn, sum bert hevur leikt borðtennis í eitt gótt ár, vann smápiltadeildina, og er hann eisini fyrsti hvalbingur nakrantíð, sum gerst Grand Prix vinnari í borðtennis. Nummar tvey og trý gjørdust ávikavist Petur Müller og Hávar Albinus úr TBF.

Púra javnt
Var spenningurin stórur undan seinasta umfarinum í pinku- og piltadeildini, so gjørdist hann ikki minni, tá ið uppteljingin var á skránni. Hjá pinkunum kappaðust tvøragenturnar Lív Øster og Vár Holm um 1. plássið og gjørdist endin tann, at báðar endaðu á 426 stigum, men av tí at Vár endaði frammanfyri Lív í seinasta umfarinum, so gjørdist Vár Grand Prix vinnari 2007. Nr. 3 gjørdist Eva Wilhelm, eisini úr TBF.
Hjá piltunum hevur kappingin eins og hjá pinkunum verið sera tøtt, og undan seinasta umfarið var enn einki avgreitt. Eyðfinnur Jensen úr Royn hevur ligið á odda í alt ár, men seinstu trý umførini hevur tað gingið framúr væl hjá liðfelaga hansara, Eyðuni Ellendersen. Undan dagsins umfarið førdi Eyðfinnur við 24 stigum, men hann megnaði bert at fáa 90 stig í dag, meðan Eyðun fekk heili 180. Hetta førdi við sær, at Eyðun streyk avstað við gullinum. Eyðfinnur megnaði tó at fáa annað plássið 12 stig frammanfyri Hans Jón Jacobsen úr TBF.

Alt avgreitt
Í smádreingjadeildini kundi einki broytast eftir 6. umfar, har Jákup Thomasen hevur ligðið ovastur í alt ár. Silvur fekk Jónhard Ferjá og bronsu Páll Heri Nolsøe - allir tríggir úr TBF. Sama skili var hjá smágentunum, har Rakul Mikkjalsdóttur hevur verið eitt støði frammanfyri allar hinar. Hon vann deildina klárt við 1790 stigum næstan tvífalt so nógv sum Birita Mortensen á øðrum plássið og Marin Sofía Brattalíð á triðja.
Í gentu- og dreingjadeildini var eisini alt avgjørt undan seinasta umfarinum og tí var ikki tann stóri spenningurin har. Hjá Gentunum endaði tvøragentan Susie Midjord annað árið á rað nr. 1, og hon var 170 stig frammanfyri Sheilu Strøm úr TBF og 490 stig frammanfyri Joan Thomasen úr TBF, sum endaðu á ávikavist øðrum og triðja plássi.

Vinnarin vann
Við at vinna A bólkin fyri fyrstu ferð nakrantíð setti havnardrongurin, Hallur Thorsteinsson, punktum fyri einum sera góðum úrsliti í Grand Prix kappingini í ár. Hann vann eisini dreingjadeildina trygt við 140 stigum, eftir at hava ligið aftanfyri liðfelag sín Róa Agnarsson trý tey fyrstu umførini. Nummar trý og bronsu fekk Fróði Jensen, TBF.
Hjá mansunglingunum gjørdist Tór leikarin Pætur Albinus gullvinnari, og Sjúrður Ferjá úr TBF bleiv nummar tvey.

Altjóða møguleikar
Eftir kappingina var borðhald fyri leikarum og foreldrum, har steyp vóru latin nr. 1, 2 og 3, og vóru hesi eisini boðin til Danmarkar at luttaka í Brøndby Cup, sum verður í døgunum 17. og 18. mars. BTSF hevur gjørt av á hvørjum ári at senda trý tey fremstu í Grand Prix kappingini at luttaka í altjóða kapping uttanlands. Hetta við vón um at fleiri leikarar velja borðtennis sum sína ítróttargrein, samstundis sum tað eisini mennir okkara leikarar sera nógv at taka lut í kappingum uttanlands við tað, at teir spæla ímóti øðrum leikarum enn í heimligu kappingini.
Næsta kappingin, ið BTSF skipar fyri, er FM fyri yngri deildir, sum verður í ítróttarhøllini í Trongisvági 24. og 25. mars.


Bólkavinnararnir vóru:

Bólkur A: Hallur Thorsteinsson, Tór
Bólkur B: Fríði Jensen, TBF
Bólkur C: Sheila Strøm, TBF
Bólkur D: Páll Heri Nolsøe, TBF
Bólkur E: Pætur Ellendersen, TBF
Bólkur F: Teitur Midjord, Royn
Bólkur G: Jógvan Johansen, Tór
Bólkur H: Bergur Mørkere, TBF
Bólkur I: Anna Mikkjalsdóttur, TBF
Bólkur J: Annbritt Holm, Royn
Bólkur K: Eva Wilhelm, TBF
Bólkur L: Judith Olsen, TBF
Bólkur M: Danjal av Rana, TBF



Samlaða støðan í Grand Prix kappingini í ár gjørdist:

Smápinkur
1. Anna Mikkjalsdóttur, TBF598 stig
2. Durita Jensen, TBF456 stig
3. Sofía Maria Ferjá, TBF446 stig

Smápiltar
1. Bjørgvin Sveinbjørnson, Royn362 stig
2. Petur Muller, TBF330 stig
3. Hávar Albinus, TBF292 stig

Pinkur
1. Vár Holm, TBF426 stig
2. Lív Øster, TBF426 stig
3. Eva Wilhelm, TBF402 stig

Piltar
1. Eyðun Ellendersen, Royn566 stig
2. Eyðfinnur Jensen, Royn500 stig
3. Hans Jón Jacobsen, TBF488 stig

Smágentur
1. Rakul Mikkjalsdóttur, TBF1790 stig
2. Birita Mortensen, TBF980 stig
3. Marin Sofía Brattalíð, TBF890 stig

Smádreingir
1. Jákup Thomasen, TBF1860 stig
2. Jónhard Ferjá, TBF1700 stig
3. Páll Heri Nolsøe, TBF1600 stig

Gentur
1. Susie Midjord, TBF1970 stig
2. Sheila Strøm, TBF1800 stig
3. Joan Thomasen, TBF1480 stig

Dreingir
1. Hallur Thorsteinsson, Tór2340 stig
2. Rói Agnarsson, Tór2200 stig
3. Fróði Jensen, TBF2000 stig

Mansunglingar
1. Pætur Albinus, Tór2080 stig
2. Sjúrður Ferjá, TBF 1890 stig

Kvinnur
1. Elin Øster, TBF1300 stig
2. Petra Muller, TBF1170 stig
3. Elin Thomasen, TBF880 stig

Meistaradeildin
1. Petur Niclasen, Tór2500 stig
2. Ragnar Egilsson, Tór2230 stig
3. Levi Winther, Tór1760 stig