Leygarkvøldið 14.apríl fer danski bólkurin við tí bandittasliga navninum Grand Theft, ið merkir stórur stuldur, aftur á pallin á føroyska spælistaðnum Skarv í Keypmannahavn. Bólkin mynda sangarin og gittarleikarin Mikkel Landsdorf, Søren Andersen, ið somuleiðis syngur og spælir gittar, Mikkel Heller á bassi og Morten Hellborn á trummum.
Hesir hava góðar royndir úr kendum bólkum og ymiskum Jam bólkum so sum Sting Jam, John Mayer Jam, Mr. Anderson, Shu-bi-dua, Streakers, Ivan Pedersen, Pallurin er tín 2004, Thomas Helmig, Atlas, Alternative Nation, Tue West - og eitt ótal av øðrum donskum og útlendskum bólkum og artistum
Tað, sum knýtir hesar góðu menn saman, eru drúgvar royndir á palli sum t.d. á Dropp Inn! Teir hava spælt á Vega, Train, The Rock, ymiskum summarfestivalum o.s.fr. Útgangstøðið er í lagi við góðum undirhaldi komandi leygarkvøld, tá hesir fýra fara at framføra kendan rokktónleik frá bólkum sum U2, Green Day, Nirvana, Radiohead, Hendrix, Robbie Williams, The Police, AC/DC, David Bowie, Red Hot Chili Peppers og Coldplay.
Góðskan av tónleiki hjá bólkinum er góð og hóskar sera væl til ungu føroysku útisetarnar. Í løtuni samstarva promotarin á Skarv ESJ og Grand Theft við ætlanum um at vitja Føroyar við festivalskonsertum í summar.
Tíðindaskriv