Grannar á støðutalvuni hittast í dag

23. umfar er eyðkent av, at tað í flestu førum eru tey, sum liggja lið um lið á støðutalvuni, sum hittast

So er 23. umfar í betu fótbóltsdeildini á skrá. Fýra dystir vera seinnapartin í dag, og ein verður í annaðkvøld, tá ið tað verður grannauppgerð í Gundadali.

 

Burtursæð frá dystinum í Trongisvági so er hetta umfarið eyðkent av, at feløgini, sum hittast, eru lið um lið á støðutalvuni.

 

Í Fløtugerði í Fuglafirði verður AB seinnapartin í dag gestur hjá ÍF. Fuglfirðingar eru niðast á støðutalvuni, og argjamenn eru næstaftast. Talan er tí um sanna lyklauppgerð í kappingini um at sleppa undan at flyta niður.

 

Toppliðið KÍ lendi í Vágum seinnapartin fríggjadagin eftir Europa Conference League ferðina í Slovakia, har KÍ hóskvøldið tapti 2-1. Seinnapartin í gjár fór KÍ aftur at ferðast. Tá gekk leiðin við Smyrli suður á Krambatanga, tí KÍ seinnapartin í dag í Trongisvági fer at kappast fyri at halda tørn um oddasessin, meðan setningurin hjá TB er at betra um støðuna í botnstríðnum.

 

Víkingur, sum er á fjórða plássi, fær vitjan av 07 Vestur, sum er á fimta plássi, og B68 fær vitjan av EB/Streymi, sum eru á ávikavíst sjeynda og sætta plássi.

 

Tað kemur ikki so ofta fyri, at eingin dystur sunnudagar er í høvuðsstaðnum, men soleiðis er tað í dag. Grannadysturin millum B36 og HB verður mánakvøldið.

 

Veðurforsøgnin sigur, at tað seinnapartin verður eitt fitt lágættarlot, og tað framvegis fer at regna.

 

 

 

Í dag

 

ÍF – AB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 14.00

 

Víkingur – 07 Vestur: Rúni Gaardbo kl. 15.00

 

B68 – EB/Streymur: Rúni Olsen kl. 15.00

 

TB – KÍ: Alex Troleis kl. 15.00

 

Mánadagin

 

B36 – HB: Bjarki Danielsen kl. 18.00

 

211821521556
B36221714491752
HB221525581947
Víkingur221435542145
07 Vestur221048373234
EB/Streymur216213224020
B68224711223819
TB224414134916
AB224117195313
ÍF224018196112