Í kvøld verður fyrra hálvfinalan í Champions League millum grannarnar AC Milan og Inter Milan. Hetta er triðju ferð, at Milan-grannarnir møtast í Champions League.
AC Milan – Inter Milan (20.00)
Tað stóð ikki skrivað í stein, at hvørki AC Milan ella Inter Milan skuldu kom so langt í kappingini í ár. Italskur fótbóltur hevur ikki havt somu styrki sum fyrr, men saman við Napoli var Italia besta umboðaða landið í fjórðingsfinalunum.
Nú er greitt at tað verður eitt umboð fyri Milan í finaluni. Spurningurin er bara hvør tað verður. AC Milan hevur vunnið kappingina sjey ferðir, men seinast var í 2007. Inter Milan vann kappingina í 2010.
Liðini hava spælt tríggjar dystir í hesum kappingarárinum. Í landskappingini hava tey ein sigur í part, men Inter Milan hevur munin við einum sigri í stórsteypadystinum. Seinast tey møttust í Champions League var í fjórðingsfinaluni í 2004/05 kappingini. Tey møttust eisini í hálvfinaluni í 2002/03. Í báðum førum vann AC Milan.
Í kvøld eitur leikvøllurin, sum feløgini deilast um, San Siro. AC Milan hevur funnið formin móti endanum og hevur í fleiri førum vunnið á Napoli. Tað sama kann sigast um Inter Milan, sum hevur vunnið fýra teir seinastu dystirnar í landskappingini.
Tí er lagt upp til eitt brak millum grannarnar í Milano í kvøld. Vinnarin skal møta vinnaranum av Real Madrid og Manchester City, sum spældu javnleik 1-1 í gjár.
Væntaðar uppstillingar:
AC Milan: Maignan; Calabria, Tomori, Kjær, Theo Hernández; Tonali, Krunić; Saelemaekers, Bennacer, Brahim Diaz; Giroud
Inter Milan: Onana; Darmian, Acerbi, Bastoni; Dumfries, Barella, Çalhanoğlu, Mkhitaryan, Dimarco; Martínez, Lukaku