Grannarnir góvu gávur

Tað gekk akkurát hjá NSÍ, sum í 70 minuttir spældi uttan liðformannin og toppskjúttan

Fyri fyrstu ferð í seks ár var tað í góðveðrinum í kvøld grannauppgerð á Svangaskarði millum B68 og NSÍ.

Gestirnir høvdu øll stigini við sær inn um rundkoyringina í Rókini. Úrslitið var 2-1 til NSÍ. Øll málini vórðu skorað í seinna hálvleiki.

NSÍ hevði væl fleiri góðar málmøguleikar, men Joakim Jurs og B68 verjan hildu tørn í ein tíma. So var neyðugt hjá toftamonnum at skifta málverja. Erlend Jacobsen avloysti Joakim Jurs, sum fór skaddur av vøllinum.

Tað sást væl, at NSÍ saknaði liðformannin Klæmint A. Olsen, sum er so mikið skaðadarvaður, at tað ikki var ráðiligt, at hann var millum teir fyrstu ellivu.

Tá ið Klæmint A. Olsen varð skiftur inn, restaðu tað 20 minuttir. Tá hevði NSÍ akkurát lagt seg á odda 1-0. Málið skoraði væl upplagdi Mikkel Elbæk Jakobsen. Uppspælið átti Jørgen Nielsen, sum í kvøld var millum teir fyrstu ellivu hjá NSÍ.

B68 vísti fínan hugburð, og sjey minuttir undan leikloki eydnaðist tað heimaliðnum at javna. NSÍ gjørdi sjálvmál, og tað var Oddur Á. Højgaard, sum er uppvaksin á Svangaskarði, og sum nú er álit í NSÍ miðverjuni, sum var so óheppin, at hann stýrdi bóltin í málið aftanfyri Tórð Thomsen, tá ið Andri Benjaminsen royndi at leggja innfyri.

NSÍ var omaná, men tað var spenningur inntil síðsta bríksl. Eitt sjálvmál bar 2-1 sigurin við sær. Jacob Trenskow smekkaði til, og bólturin tók í B68 verjuspælaran Áka Johannesen, sum varð skrásettur fyri at gera sjálvmál.

At missa stig tríggjar minuttir undan leikloki kendist meint hjá B68, og tað var væl skiljandi, at fagnaðurin var stórur í gulu og svørtu leguni, sum av álvara er við í kappingini um heiðursmerkini.

 

 B68 – NSÍ 1-2 (0-0)

0-1: Mikkel Elbæk Jakobsen

1-1: sjálvmál

1-2: sjálvmál

B68: Joakim Jurs – Tonni J. Thomsen, Aleksandur Ó. Jensen, Chris Jastrzeembski, Áki Johannesen – Esmar P. Clementsen, Helgi Johannesen, Bárður Ó. Jensen, Andri Benjaminsen – Lukasz Cieslewicz, Steffan A. Løkin

NSÍ: Tórður Thomsen – Jákup Jakobsen, Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard – Pætur Hentze, Betuel Hansen, Aron Knudsen, Rógvi Egilstoft – Mikkel Elbæk Jakobsen, Petur Knudsen, Jacob Trenskow