Grannastríðið snýr seg um milliónir

Í HB verður ásannað, at tað verður torført at sleppa upp í part í Europa næsta ár, um tað ikki eydnast at vinna ímóti B36

Grannarnir í Gundadali hava leingi kappast um fjórða plássið. B36 er seks stig undan HB, sum harvið hevur knívin á barkanum undan grannauppgerðini seinnapartin ídag:

-Hjá okkum snýr tað seg um alt ella einki. Tað er bara sigurin og trý stig, sum telja, og vit fara eftir sigrinum, sigur Arnbjørn T. Hansen, ið er um at koma fyri seg. Higartil hevur hann bara spælt tveir dystir í ár – 24. juli tá HB vann 1-0 ímóti Skála og síðsta sunnudag, tá ið HB tapti 1-0 á heimavølli ímóti Víkingi.

-Eg arbeiði fyri at koma meg heilt, so eg verði væl fyri næsta kappingarár.

Tað er ivasamt, um miðvallarin Tróndur Jensen verður førur fyri at spæla ídag. Hann er darvaður av skaða í knænum.

 

Í B36 fegnast teir yvir, at fýra tey seinastu umførini hava borið fulla úrtøku við sær:

-Grannauppgerðin er bæði kapping um fjórða plássið og stríðið um Havnina. Har hava vit leingi verið omaná. Tað liggur ikki til okkum at dyrgja eftir javnleiki, og tí fara vit at leypa á. Nú er Lukasz Cieslewicz tøkur aftur, og vit hava stórt sjálvsálit, sigur Jákup á Borg, hjálparvenjari hjá B36.

Gestur B. Dam er leikbannaður við fýra gulum kortum, og tað er ivasamt, um Alex Mellemgaard er førur fyri at spæla. Hann hevur trupulleikar í lærkrikanum.

 

Í áttanda umfari vann B36 grannauppgerðina 3-2, og í fjúrtanda umfari endaði tað málleyst.