SUPERLIGAN
Føroyski dámurin á superliguni er lítil. Tá ið 10. umfarið varð avgreitt mikukvøldið, var eingin føroyingur á vøllinum. Súni Olsen er framvegis skaddur. Tí var hann ikki millum AaB spælararnar.
Rógvi Jacobsen var ikki í ferðalagnum hjá SønderjyskE, sum vitjaði í Aalborg. Alt bendir á, at Rógvi skal stríðast fyri at sannføra nýggja venjaran um, at hann er møguleiki í álopinum. Mikukvøldið var onkur álopsspælari skaddur, men kortini vóru ikki boð eftir Rógva.
AaB vann heimadystin 3-2, eftir at teir í steðginum høvdu verið á odda 2-0. Sigursmálið skoraðu teir tríggjar minuttir undan leikloki.
Johan B. Hansen er ikki partur av Horsens liðnum. Hesa ferð høvdu teir vitjan av AGF, og úrslitið var 1-1. Hetta var fyrsta ferðin í hesum kappingarárinum, at Horsens fekk mál á heimavølli, og hetta var fjórða málið hjá teimum í tíggju dystum!
SAS arenan er ikki eins tryggur heimavøllur hjá FCM, sum hann var nógvu teir fyrstu dystirnar á nú eitt ára gamla stadion. Mikukvøldið vann OB, sum er farið at nærkast toppliðunum, 1-0 í Herning.
Esbjerg er í svárari kreppu. Mikukvøldið taptu teir á heimavølli 4-1 móti Viborg, sum við sigrinum kroysti seg fram á næstfremsta plássið. Viborg stendur fyri góðum undirhaldi. Teir hava í tíggju teimum fyrstu umførunum skorað 23 mál, og tað eru fimm fleiri enn nakað av hinum hevur megnað at skora. Esbjerg hevur tapt seks av teimum fyrstu tíggju dystunum. Teir høvdu ætlað sær at vera millum fýra tey fremstu. Nú kappingin er knappliga ein triðing gomul, eru teir eitt stig frá aftasta plássinum.
Stóra uppgerðin mikukvøldið var nýklassikarin í Brøndby, har oddaliðið FCK vitjaði. Knappliga 30 túsund møttu upp. Áskoðarafjøldin var størri, enn hon var tilsaman í hinum fimm dystunum. Eygnavitnini fingu undirhald fyri pengarnar. Tað endaði 1-1. Bæði málini vórðu skorað tíðliga í 1. hálvleiki í uppgerð, sum var ferðmikil og tøtt, og talan var um nógvar málmøguleikar. Støðið í spælinum var hægri, enn tað var í øllum hinum dystunum mikukvøldið, og eingin í danska fótbóltsheiminum ivast í, at tað fara at verða hesi bæði, sum aftur í hesum kappingarárinum fara at stríðast um DM.