Grannauppgerðin verður um eina løtu

Klokkan 17.15 bresta Danmark og Týskland saman í EM endapælinum í hondbólti

Tað verður nú klokkan 17.15, at tað verður grannaupperð í miðumfari 1 í EM endaspælinum í hondbólti.

Tá hittast Danmark og Týskland. Talan er um lyklauppgerð skilt á tann hátt, at tað liðið, sum megnar at tryggja sær fulla úrtøku, fer mest sum at hava annað beinið í hálvfinaluni, tí innanhýsis uppgerðirnar eru avgerandi, áðrenn málmunurin ger seg galdandi.

Eftir fyrsta umfarið í miðumfarinum hava bæði liðini fýra stig.

Danski venjarin, Nikolaj Jacobsen, er eisini venjari í týska meistaraliðnum Rhein-Neckar Löwen. Tólv av teimum sekstan á danska liðnum spæla í týskum feløgum. Harvið eru nógvir teirra liðfelagar við týsku landsliðsspælararnar, sum teir í kvøld eru mótstøðumenn hjá.

 

Týskland vann EM fyri tveimum árum síðani. Venjari hjá Týsklandi er Christian Prokop, ið verður roknaður at vera venjari á sama støði sum Nikolaj Jacobsen.

 

Merkisvert er tað, at fýra tær seinastu ferðirnar, tá ið hesir báðir grannarnir – Danmark og Týskland – hava dystast í EM kappingini, hevur vinnarin tryggjað sær EM heitið – Danmark í 2008 og 2012 og Týskland í 2004 og 2016.

 

Klokkan 19.30 hittast Makedonia og Spania í sama bólki.