Víkingur fær í kvøld vitjan av ÍF í Sarpugerði. Grannauppgerðin er somuleiðis ein beinleiðis dystur um triðja plássið í Effodeildini, og hóast Víkingur á triðja plássi er trý stig frammanfyri ÍF á fjórða plássi, so kann ÍF við einum sigri taka bronsuplássið frá Víkingi.
Víkingur hevur ikki tapt síðani 20. mei, tá ið KÍ vann í Sarpugerði, men hinvegin eru fimm av teimum sjey dystunum síðani tá endaðir við javnleiki.
ÍF hevur vunnið tveir teir seinastu dystirnar, men seinastu tveir útidystirnir eru hinvegin endaðir við tapi.
Víkingur er uttan liðskiparan, Atla Gregersen, sum herfyri fekk fýra leikdagar leikbann og harvið er leikbannaður til og við 19. umfar í Effodeildini, sum verður spælt leygardagin 11. august.
Dysturin byrjar kl.19 og verður sjálvandi fylgdur beinleiðis á Portalinum.