Fyrstu umførini av hondbóltsvetrinum hava givið ábendingar um eina sera tætta kapping. Hjá monnum er Team Klaksvík framvegis stigaleyst, men øll hini liðini liggja sera tætt, og tí tykist longu nú greitt, at hvørt stig hevur serstakliga stóran týdning.
Í dag klokkan 15 takast Kyndil og H71, sum bæði hava fýra stig undan dystinum í dag. Aloftast hevur talan verið um tættar dystir millum grannarnar, og tí røkist fyri einum spennandi dysti.
Klokkan 18 spæla kvinnuliðini hjá Stjørnuni og Neistanum í Klaksvík. Byrjanin hjá Neistanum hevur ikki verið tann, sum meistararnir vónaðu, men seinast vunnu tær á VÍF, og kunnu tær taka tvey stig í Klaksvík í dag, eru tær av álvara við aftur í oddastríðnum. Stjørnan hevur meldað út, at tær nú byggja upp av nýggjum. Higar til hevur talan bert verið um tann eina sigurin, men í fleiri av dystunum hava tær tó víst, at tær væl og virðiliga kunnu bíta frá sær.