Grannskoðarar biðja um longri freist

Føroya Rættur skal fyrsta dagin taka støðu til, hvussu langa tíð fýra av grannskoðarunum í sonevnda grannskoðaramálinum skulu hava at fáa síni pappír í lagi. Stevningin móti Løgmansskrivstovuni má hava útsetandi virknað, sigur advokatur teirra

21. februar í fjør fingu fýra grannskoðarar eina freist frá løgmanni. Freistin segði, at innan trý ár skulu teir hava staðið serligu próvtøkuna, ið krevst fyri at gerast autoriseraður, løggildur, grannskoðari.
Hesir fýra eru partur av sonevnda grannskoðaramálinum, ið kom á breddan í kjalarvørrinum á einari norskari løggilding til Símun Absalonsen, ið aftur slóðaði fyri at aðrir grannskoðarar fingu sína løggilding, uttan at hava staðið donsku próvtøkuna.
Bjarni Arnason, Jógvan Joensen, Ole Guldborg Nielsen, Jørmann Petersen og tríggir aðrir grannskoðarar høvdu annars havt sínar løggildingar síðani á sumri í 2007. Men eftir drúgvu frágreiðingina hjá Umboðsmanninum í november 2010 bleiv úrslitið, at løggildingarnar vórðu tiknar aftur. Próvtøkan manglaði, staðfesti kanningin.
Áðurnevndu, fýra grannskoðarar valdu tó at draga Løgmansskrivstovuna í rættin. Kravið var at fáa Løgmansskrivstovuna at viðurkenna, at teirra løggildingar sum grannskoðarar eru endaligar og bindandi fyri føroyska skrásetingarmyndugleikan, og at afturtøkan av løggildingunum 21. februar í fjør skuldi ógildast.

Langi rættarvegurin
Advokaturin hjá teimum fýra grannskoðarunum, Christian Andreasen, metti málið somikið prinsipielt, at hann bað um at fáa tað roynt í Landsrættinum beinanvegin. Men tað vildi Løgmansskrivstovan ikki, og tí byrjar tað í Føroya Rætti. Harvið eru útlit til eitt sera langt mál, ið uttan iva verður kært til hægri rætt av tapandi partinum, óansæð niðurstøðuna hjá rættinum.
Stevningin móti Løgmansskrivstovuni varð skrivað í fjørheyst, og fyrireikandi rættarfundur varð settur at vera ídag. Men viðgerðin er í fyrstu atløgu útsett 1-2 vikur, hetta av praktiskum ávum.

Tíðarrokningin
Umframt at grannskoðararnir sum nevnt vilja hava Løgmansskrivstovuna at ógilda sína egnu afturtøku av løggildingunum, so vilja teir heldur ikki góðtaka tíðarrokningina hjá løgmanni.
Tá Kaj Leo Holm Johannesen gav grannskoðarunum trý ár at fáa próvtøkuna uppá pláss, so skuldu tey trý árini roknast frá 21. februar 2012.
Men tað vilja grannskoðararnir sum nevnt ikki góðtaka. Umvegis advokatin føra teir fram, at verður freistin galdandi, meðan rættarmálið koyrir, so verður rættartrygdin hjá teimum útholað. tað ber ikki til hjá saksøkjarunum at føra rættarmál og samstundis fyrireika seg og fara upp til próvtøku. Og harumframt føra teir fram í stevningini móti Løgmansskrivstovuni, at ongar reglur eru orðaðar fyri føroyska próvtøku á økinum. Hesar reglur og fráboðan um komandi próvtøku fyri grannskoðarar vórðu kunngjørd um dagarnar.
Advokaturin hjá teimum fýra grannskoðarunum vísir á, at myndugleikin líður einki tap við at útseta freistina, so leingi sum rættarmálið koyrir, tí grannskoðararnir longu hava arbeitt í smá seks ár sum løggildir grannskoðarar.
Vanligt er ikki, at eitt rættarmál gevur steðgandi virknað, men í hesum føri eru umstøðurnar serligar, metir Christian Andreasen.

Status
Ein av teimum fýra grannskoðarunum, ið stevnir Løgmansskrivstovuni, hevur í vetur longu staðið próvtøkuna sum løggildur grannskoðari. 19. november í fjør tók Jørmann Petersen, ið starvast hjá grannskoðarafyritøkuni Januar, donsku royndina sum statsautoriseraður grannskoðari.
Ein annar av grannskoðarunum, Ole Guldborg Nielsen, arbeiðir ikki longur sum grannskoðari. Hann er í dag fíggjarleiðari í Eik Banka. Jógvan Joensen er grannskoðari hjá Januar. Men meðan starvsfelagin Jørmann Petersen í dag undirskrivar seg ”statsaut. revisor,” so brúkar Jógvan Joensen heitið ”løggildur grannskoðari.” Fjórði grannskoðarin, Bjarni Arnason, er í dag annar av partaeigarunum í grannskoðarafyritøkuni A&M.



FAKTA:

Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen hevur gjørt av at staðfesta avgerðina hjá Skráseting Føroya um afturtøku av løggildingum hjá grannskoðarum í sokallaða grannskoðaramálinum.

Tað merkir, at løggildingarnar hjá grannskoðarunum verða tiknar aftur. Tó verður eitt ára frestin hjá fýra av grannskoðaranum at taka lógarásettu próvtøkuna longd til trý ár. Grundgevingin fyri longdu frestini er, at løgmaður metir, at próvtøkan kann væntast at verða á so høgum stigi, at rúmari fyrireikingartíð krevst enn hon, Skráseting Føroya hevur ásett.

- Brot úr tíðindaskrivi frá Løgmansskrivstovuni, 22. februar 2012