Vanligt er, tá roknskapir verða framlagdir, at høvuðsdentur verður lagdur á tølini, meðan aðrar viðmerkingar koma í aðru røð. Í somáta var greinin hjá Jákup Símuni eitt undantak. Hann hevði nevniliga eingi tøl at leggja fram, men greiddi bara frá, hvat stóð í viðmerkingunum, og so hugleiddi hann um restina. Tíverri vóru hesar hugleiðingarnar so fullar av feilum, at eg føli meg noyddan at hjálpa honum eitt sindur á leið.
Siðaskiftið hendi í 2002
Jákup Símun sigur, at eitt politiskt siðaskifti hendi í 2004. Áðrenn tað hevði málsetningurin verið, at Føroyar skuldu vera sjálvstøðug tjóð við sjálvberandi búskapi, men í 2004 bleiv yvirskotið vent til undirskot.
Men her tekur Jákup Símun feil. Grannskoðaði roknskapurin vísir nevniliga, at tað stóra siðaskiftið hendi í 2002. Frá 2001 til 2002 minkaði avlopið hjá landskassanum við ikki minni enn 506,5 mió. krónum. Frá 1998 til 2001 var avlopið í meðal 605 mió. krónur um árið, men í 2003 var næstan einki avlop eftir (22,5 mió. krónur), so har vóru ikki nógvir pengar til nakað siðaskifti í 2004.
Frá 1998 til 2003 øktust árligu rakstrarútreiðslurnar hjá landskassanum við ikki minni enn 900 mió. krónum (sigur altso tann grannskoðaði roknskapurin), men Jákup Símun sigur, at tað var Sambandsflokkurin, sum setti ferð á nýtsluna aftan á 2004.
Sjálvberandi undirskot
Jákup Símun skrivar, at málsetningurin hjá fullveldislandsstýrinum var at fáa sjálvberandi búskap, men grannskoðaði roknskapurin vísir tvørturímóti, at talan var um eitt risa undirskot á hvørjum ári, sum varð fíggjað við blokkstuðli úr Danmark. Samanlagt hevði landskassin 2,46 milliardir krónur í undirskoti frá 1998 til 2003, um vit ikki telja blokkstuðulin við. Er tað sjálvberandi búskapur?
Uppspardur blokkur og lánsbrøv
Jákup Símun skrivar, at fullveldislandsstýrið setti milliardir á bók, sum bygdu á neyva fíggjar- og búskaparstýring, men eisini her hevur hann gloymt at hyggja eftir tølunum.
Tað blivu nevniliga ikki settar fleiri milliardir á bók hesi árini. Har stóð ein lítil milliard á bókini, tá fullveldislandsstýrið tók við og har stóðu uml. 2 milliardir á bók, tá tey løgdu frá sær.
Uppsparingin bygdi ikki á neyva fíggjar- og búskaparstýring, men fullveldislandsstýrið fekk góðar 5 milliardir krónur í blokkstuðli hesi árini og harumframt vóru eisini brævalán, partur av uppsparingini. Um fullveldislandsstýrið ikki fekk blokkstuðulin, so var undirskot á hvørjum ári, og tí hevði ikki ein króna verið at sett á bók.
Tjóðveldi hevur prógvað, at tað ber ikki til
Jákup Símun pástendur, at Sambandsflokkurin hevur sum mál at prógva fyri Føroya fólki, at vit klára okkum ikki uttan blokkstuðul, og tí vil flokkurin hava alment undirskot. Men hetta er als ikki neyðugt, tí fullveldisflokkarnir klára tað sjálvir. Teir hava so dyggiliga prógvað, at sjálvt í góðum tíðum við nógvum tosi um sjálvberandi búskap, fingu teir ikki tann sokallaða ”sjálvberandi búskapin” at hanga saman.
Áheitan
Tað er gott at onkur roynir at lesa grannskoðaðar roknskapir, men eg vil kortini heita á Jákup Símun Simonsen um ikki at gloyma at lesa tølini, næstu ferð hann lesur ein roknskap, tí tølini eru ofta minst líka áhugaverd sum viðmerkingarnar.