Gravgangur eftir ferðaseðlum við Norrønu

Síðani flogferðslan ímillum Føroyar og Danmark varð løgd lamin mitt í vikuni, hevur Norrøna verið okkara einasta ferðasamband við umheimin. Og tað hava tey eisini merkt á Smyril Line, tí tað hevur verið gravgangur eftir ferðaseðlum við Norrønu.

- Tað bleiv telefonstormur beinanvegin hósmorgunin, tá ið tað varð greitt, at flogførini blivu groundaði, sigur Petur Holm, stjóri á Smyril Line.

Norrøna er nú á veg til Føroyar úr Danmark við gott og væl 1000 ferðafólkum.

Tað er at kalla fult skip hesa árstíðina, men um hesa tíðina er ikki vanligt at stúva so væl, so talan er næstan um fult skip.

Seinnapartin í morgin fer Norrøna til Íslands og tá eru ikki serliga nógv fólk við.

Men hósdagin fer hon aftur til Danmarkar og tað verður helst aftur við nógvum ferðafólki. Skipið er ikki fultsett enn, so nøkur pláss eru eftir um so skuldi verið.

Vanliga er ikki so nógv fólk hesa árstíðina og av tí sama eru ymsir partar av skipinum læstir og manningartalið lækkað.

Skulu fleiri ferðafólk við, verður neyðugt at fyrireika skipið og útvega eyka manning.

- Men verður tað neyðugt, klára vit eisini tað so at vit fáa fylt skipið, sigur Petur Holm.

Eins deyð, annans breyð, sigur eitt gamalt orðatak.

Men Petur Holm við ikki vera við, at Smyril Line skúmar róman av hesum.

- Hesa árstíðina eru ferðaseðlarnir bíligir, so fíggjarliga er hetta ikki tann heilt stóri fyrimunurin fyri okkum, sigur hann.

- Tað eru onnur, ið missa nógv meiri enn vit vinna, leggur hann afturat