?Great goal? frá Jóan Símuni

 

Eykaliðið hjá Newcastle hevur spælt í kvøld og Jóan Símun Edmundsson vísti seg frá síni bestu síðu í 2-0 sigrinum. Mótstøðuliðið í kvøld var Bedlington Terriers og fram til 73. minut vóru partarnir ikki til at skilja. Tá fekk ungi toftamaðurin fatur á bóltinum og dribblaði framvið tveimum verjuleikarum og smekkaði bóltin í mál. ?Finished superbly? og ?great goal? skrivar heimasíðan hjá Newcastle.

 

Sjey minuttir seinni ger føroyski landsliðsleikarin aftur um seg. Við góðari avlevering finnur hann Dennis Knight, sum skorar til 2-0. Stutt fyri tíð var Jóan Símun aftur upp á spæl, men bara ein frálík bjarging frá Bedlington málverjanum steðgaði toftamanninum í at skora aftur. Støðan endaði við 2-0 sigri og Jóan Símun Edmindsson spældi allan dystin í álopinum.

 

Dysturin var ein fjórðingsfinala í Sage Northumberland FA Senior Cup kappingini.