Ógreiða um neyðarkall frá seksæringi av Argjum

Í Dimmalætting í gjár varð sagt frá, at MRCC støðin tók ikki neyðarkallið fyri fult og tí varð ringt á politistøðina, sum setti bjargingartiltøk í verk. Hetta avsannar MRCC støðin púra avgjørt

Bjarging
?Vit taka altíð eitt neyðarkall fyri fult. Men í hesum føri fingu vit onki neyðarkall.
Djóni Weihe, leiðari á MRCC støðini er ógvuliga illa við av tíðindunum í Dimmalætting í gjár um hendingina, tá ið ein seksæringur av Argjum siglidi á land týsnáttina og tveir mans komu rættiliga illa fyri.
Dimmalætting skrivar, at ringt varð á MRCC efitr hjálp, men at støðin ikki tók teir neyðstøddu fyri fult!!!!
Tí løgdu teir neyðstøddu hornið á og ringdu ístaðin á politistøðina, sum setti tiltøk í verk at bjarga teimum báðum monnunum.

Vóru ikki við
At eitt neyðarkall ikki verður tikið fyri fult er álvarsmál. Og leiðarin á MRCC støðini avsannar eisini púra avgjørdur, at hetta skal vera hent.
?Allar samrøður við okkum verða tiknar upp á band. Vit hava lurtað eftir bondunum og tey vísa, at vit als ongi telfonboð yvirhøvur hava fingið hesa náttina.
? Vit kunnu prógva, at ongin hevur ringt til okkara hesa náttina og at vit á ongan hátt vóru við í tiltakinum, tá ið hesir báðir menninir vórðu bjargaðir.
Djóni Weihe sigur, at tíðindi sum hesi koma ógvuliga illa við hjá stovninum, tí talan er um ein nýggjan stovn, sum hevur ein ógvuliga avgerðandi leiklut í vandastøðum og tí skal hann ikki koma tvørt fyri.
? Vit eru ein nýggjur stovnur og hava nakað at prógva, og tí koma tíðindi sum hesi ómetaliga illa við.
Hann leggur afturat, at tað er nokk so logiskt, at menninir hava ikki ringt til MRCC, tí støðin hevur eitt heilt vanligt telefonnummar, 35 13 00, sum tey fægstu hava í høvdinum og sum enn færri munnu klára at minnast til í eini knappari vending í eini neyðstøðu.

Alarmsentralurin
Tað vísir seg eisini nú, at tað er alarmsentralin, teir báðir menninir hava ringt til.
Á politistøðini verður váttað, at kl. 02.53 varð ringt til alarmsentralin og boðað frá, at ein bátur hevði siglt á land á Glyvursnesi.
? Alarmsentralurin setti síðani bjarging í verk við at ringja til Pressaran og sjúkrabilatænastuna.
Er tað rætt, at alarmsentralurin ikki trúði tí, tá ið boðað var frá, at báturin hevði siglt á land og at viåkomandi tí máttu ringja á politistøðina?
Vakthavandi politistur kundi ikki svara uppá í smálutir, hvat var farið fram. Men hann vísir á, at tað tað er vakthavandi á politistøðini, sum eisini tekur telefonina á alarmsentralinum .
Hevur telefonin fyrst ringt á alarmsentralin og síðani beint aftaná á politistøðina um sama mál, verður ikki skrásett báðu ferðina, tí tað er ongin orsøk at skriva tað sama niður tvær ferðir, sigur vakthavandi.
Maðurin, sum hevði vakt hesa náttina hevði frí, tá ið vit vóru í sambandi við politistøðina og teir neyðstøddu menninir vóru heldur ikki at hitta áðrenn blaðið fór til prentingar.