Eftir at Fleyr fyri viku síðani sjokk-startaði landskappingina við at buka ÍF av, vóru tað um vikuskiftið grannarnir úr Fram, sum stóðu fyri tørni. Grundað á úrslitini seinasta vikuskifti, so var Fleyr greiður favorittur at vinna dystin, og tað eydnaðist heldur ikki Fram at geva teimum stórvegis mótstøðu.
Trý sett á rað vórðu vunnin, og tó at fram okkurt settið kom hampuliga nær teimum 25, so mundu teir í Fleyr ongantíð kenna seg veruliga hóttar.
Og talan var eisini um greiðan sigur í hinum dystinum um vikuskiftið. Mjølnir vitjaðu á Kambsdali, og her fingu vertirnir ikki eitt bein til jørðina. Mjølnir gjørdu skjótt av í øllum settum, og heimaliðið var ongan tíð í nær námind at fáa nakað sum helst burtur úr dystinum.
Úrslitini bera við sær, at Mjølnir og Fleyr hava lagt seg einsamøll á odda í deildini. Og so verður spennandi at síggja, hvussu leikur fer at fara sunnudagin, tá liðini bresta saman í Klaksvík. Tað er nakað síðani, at talan hevur verið um oddadyst, tá klassiskarin í føroyskum mansflogbólti er á skránni, men tað verður tað so sunnudagin.
Úrslit. Meistaradeild menn
Fram-Fleyr 0-3 (16-25, 22-25, 21-25)
ÍF-Mjølnir 0-3 (18-25, 15-25, 20-25)