Greiður sigur til Noreg

Noreg hevur fult stigatal aftaná tveir dystir

Hondbóltur

Noreg vann ein tryggan 36-25 sigur ímóti Tunis í HM endaspælinum í hondbólti, sum er í Kina í hesum døgum.
Tað gekk tó ikki heilt eftir vild hjá norsku kvinnunum í fyrra hálvleiki. Undirtippaða tunesiska liðið fylgdi væl við, og Noreg var bert á odda 18-14 í steðginum.
Krøvini eru stór til norska liðið, og hondbóltsserfrøðingurin hjá norska TV2,
Ole Gustav Gjekstad var rættiliga atfinningarsamur um taktikkin hjá íslendska venjaranum, Tórir Hergeirsson. Gjekstad helt fyri at eygleiða norska liðið, var sum at síggja máling todna.
Til tað svaraði Tórir Hergeirsson bert, at hann var ikki vanur við at standa og eygleiða máling todna.
Noreg hevur óannsæð fýra stig, aftaná tryggar sigrar ímóti Japan og Tunis, og í morgin hevur Noreg aftur eitt mótstøðulið frá veikara endanum, nevnliga Chile.
Tórir Hergeirsson var nøgdur við sigurin ímóti Tunis, men var harmur um gongdina í fyrra hálvleiki: - Tað var eitt sindur strævið í dag. Vit komu ongantíð veruliga í gongd. Vit komu als ikki upp á sama støðið, sum í dystinum ímóti Japan. Men vit møttu einum betri og klókari liði í dag, segði Tórir Hergeirsson við norska blaðið VG, aftaná dystin.
Í bólki C hava Noreg, Ungarn og Rumenia øll fýra stig fyri tveir dystir, meðan Chile, Japan og Tunis øll hava einki stig, eisini fyri tveir dystir.