Greiður VÍF-sigur móti Neistanum

VÍF-Neiostin 34-28 (18-14):

VÍF lat ongan iva vera um, at Neistamenn ikki skulu halda seg koma spadserandi til nakað sum helst hetta kappingarárið.

Móti meistarunum vóru teir gulu støðugt omaná, og einar tvær ferðir í fyrra hálvleiki hóttu teir við at rýma undan.

Hetta eydnaðist eisini beint fyri steðgin, og so megnaði Neistin ongan tíð av álvara at skapa spenning í dystin aftur. Heldur ikki hóast teir seinastu løtuna fingu pyntað nakað um úrslitið.

Hjá VÍF var John Zachariassen besti málskjútti við 8 málum. Finnur Hansson skeyt somuleiðis 8 mál fyri Neistan.