Greið boð: Bíligari at flúgva til Føroya

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, sum varðar av bæði flogvøllinum og Atlantsflog, hevði greið boð til felagið í røðu síni á flogvøllinum í gjár: Vit skulu hava bíligari ferðaseðlar!

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, sum varðar av bæði flogvøllinum og Atlantsflog, hevði greið boð til felagið í røðu síni á flogvøllinum í gjár: Vit skulu hava bíligari ferðaseðlar!

 

Hann vísti á ta góðu triðings milliard, sum brúkt er til flovøllin og terminalin og segði, hon er fyrst og fremst brúkt fyri at seta føroyska brúkaran í miðdepilin.

 

– Og lat meg siga tað akkurát, sum tað er. Tað er ein púra greiður forvæntningur, at hesar nýggju umstøðurnar fyri flúgving upp á Føroyar í seinasta enda skulu bera í sær bíligari flogferðir til føroyingar, segði hann.

 

Og tað verður á middegi í dag, at nýggja leiðslan í Atlantsflog fer at kunngera nýggju strategiina. Um Johan Dahl kennir hana frammanundan, segði hann einki um. Men boðini vóru greið.

 

– Bíligari flogferðir hava nógv størri týdning, enn tey flestu geva sær far um.

 

– Okkara lítla land skal latast upp!

 

– Vit ynskja luttøku heldur enn avbyrging.

 

– Vit ynskja dynamikk heldur enn stillstand

 

– Vit ynska vøkstur og menning av okkara samfelag, og her eru flogferðslan og umstøðurnar kring hana púra vital.

 

– Og vit ynskja fríheit til hvønn einstakan borgara og hvørja einastu fyritøku til at kunna flyta seg loftvegis og bíligari, tá ið brúk er fyri tí.

 

– Tað má ikki koma fyri, at hesin flogvøllur og hesin fantastiski terminalur eru fløskuhálsurin, sum bremsar nýmótans og harðliga tiltrongdari menning av okkara landi. Tvørturímóti, segði Johan Dahl.

 

Og fyri at leggja dent á, at hann meinti tað, endaði hann við einum: »So er tað sagt«.