-Sum samfelag mást tú spyrja teg sjálvan, hvør skal gera hvat, og fyri hvønn? Tað er ein einfaldur, men sera grundleggjandi spurningur, tá oljuvinnan skal leggjast til rættis, sigur Ole Anders Lindseth.
Ole Anders Lindseth, deildarstjóri í norska oljumálaráðnum, var millum fyrilestrahaldararnar á oljuráðstevnuni á Christiansborg í gjár.
Les eisini: Fullsett á Borgini
-Fyri okkum í Norra hevði tað stóran týdning at byggja upp okkara egnu fakligu førleikar á økinum. Tað hevur týdning, at norska samfelagið fær hesar førleikar, argumenterar Ole Anders Lindseth.
Men norska oljuvinnan loyvir sjálvandi eisini útlendingum upp í part, sigur Ole Anders Lindseth og nevnir felag við uppruna í Føroyum sum dømi.
- Faroe Petroleum er ein týðandi aktørur á norska sokklinum, felagið er við í 48 ymiskum leitiloyvum í norskum øki, sigur Ole Anders Lindseth.
Góðu ráðini frá Ole anders Lindseth eru, at karmarnir fyri eina oljuvinnu mugu vera kendir frammanundan.
-Karmarnir mugu vera kendir, transparentir og stabilir. Yvirskipað viðurskifti og treytir verða ásett við lóg. Leikluturin hjá tí almenna má verða greitt kendur, sigur Ole Anders Lindseth.
Sambært deildarstjóranum er neyðugt við greiðum skilnaði millum tey, sum arbeiða á økinum.
- Staten driver forvaltning, industrien forretning, ljóðar boðskapurin á norskum frá Ole Anders Lindseth
Sum dømi nevnir hann almenna oljufelagið Statoil. Felagið er alment, men rekur handil. Tí hevur felagið ongar umsitingarligar uppgávur.
Á oljuráðstevnuni vísti Ole Anders Lindseth á, hvussu stóran týdning oljuvinnan hevur havt fyri norska samfelagið.
Trýst her fyri at síggja myndir frá oljuráðstevnuni
- Oljuvinnan er motorurin í norska ídnaðinum. Oljuvinnan stendur fyri millum einum fjórðingi og einum fimtaparti av samlaðu bruttotjóðarúrtøkuni hjá norska samfelagnum. Vinnan stendur fyri helvtini av øllum útflutninginum, sigur Ole Anders Lindseth og leggur afturat, at næststørsta útflutningsvøran hjá Norra er útgerð til oljuvinnu aðrastaðni í heiminum.
Hóast oljan sostatt hevur avgerandi týdning fyri norska búskapin, so er hon ikki vandamikil, sambært deildarstjóranum í oljumálaráðnum.
- Nei, tað meta vit ikki. Vit meta okkum hava ein búskap, sum er tryggur, sigur Ole Anders Lindseth og peikar millum annað á norska oljugrunnin.
Formliga eitur grunnurin “Norges pensjonsfond - utland”, men verður millum manna nevndur oljugrunnurin. Grunnurin veksur seg støðugt størri og er nú komin upp um 5000 milliardir krónur
Reglugerðin fyri oljugrunnin ásetir, at norska samfelagið kann bara brúka fýra prosent av avkastinum í grunninum hvørt ár. Bara hesin lítli parturin av avkastinum kann fara beinleiðis inn á fíggjarlógina, til raksturin av samfelagnum.
- Vit mugu geva norskum politikarum tað rós, at teir hava verið sera disciplineraðir og hava ikki lagt eftir grunninum, sigur Ole Anders Lindseth.
Les eisini: Oljufeløg brúka hálvaaðru milliard við Føroyar í summar