Greiða fæst helst á býráðnum í Vági um vikuskiftið

– Eg fór til val uppá at skipa eina breiða samgongu, og tað haldi eg, at tað skuldi verið í øllum kommunum, sigur Arni Brattaberg, sum helst er komandi borgarstjóri í Vági

Men hava tey so tosað seg til rættis í Vágs býráð, spyrja við fyrst valda býráðslimin, Arna Brattaberg úr Tjóðveldið

– Vit hava ikki reiðiliga tosað saman seinastu hálvu aðru vikuna, tí onkur av frontunum í flokkunum hava verið burtur, sigur Arni Brattaberg. 

– Eg rokni við, at tað fer at vera samband millum flokkarnar í hesi vikuni, men dugi ikki at siga, um nýggja býráðið eisini verður kallað saman – eg eri ikki reiðiliga vísur í tí, sigur Arni Brattaberg.

Hóast fyrstvaldur, so vil Arni Brattaberg ikki siga, at hann verður nýggjur borgarstjóri í Vági. Hann sigur, at hann vil ikki siga tað, fyrr enn avgerðin er tikin.

Og tá vit staðfesta, at Tjóðveldi í Vági hevur buktina og báðar endarnar, eftir at Javnaðarflokkurin klovnaði, so er svarið játtandi.

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, sum sótu í samgongu og sum ætlaðu at halda fram í samgonguni, vórðu settir út av spælinum, tá Bjarni Johansen gjørdi krav upp á borgarstjórasessin, hóast hann ikki var fyrst valdur á Javnaðarlistanum. Hann helt so fast upp á tað, at hann skipaði samgongu saman við Tjóðveldi við sær sum borgarstjóra.

Men fundur hevur ikki verið enn, og nú er støðan tann, at allir pílar peika á Arna Brattaberg úr Tjóðveldi sum borgarstjóra.

 

##med2##

Sum skilst er upp á tað, at Tjóðveldi fær borgarstjóran, og at Bjarni Johansen verður varaborgarstjóri. Men so er ikki vist, at talan verður um eina breiða samgongu, tí Javnaðarflokkurin ynskir sær uttan iva varaborgarstjórasessin umframt onkran formanssess í onkrari av tyngru nevndunum.

Men hetta eru so bara gitingar, tí Arni Brattaberg fæst ikki at siga nakað. Uttan tað, at partarnir fara at tosa saman næstu dagarnar, og at kanska okkurt hendir um vikuskiftið.

Men tað tykist greitt, at allir býráðslimir eru tilreiðar at møta á býráðsfundi, tá Arni Brattaberg sum fyrsti valdi býráðslimur kallar býráðið saman.