Greiður sigur til kyndilskvinnur í Faxe Kondi kappingini

H71 vann stórsigur á VB í SMS-deildini

Ein dystur var leiktur í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnunum.

 

EB tók á heimavølli móti Kyndli. Kyndil vann ein greiðan 32-22 sigur. Í steðginum var Kyndil á odda 13-8.

 

Liðini fylgdust til støðuna 7-7, men eftir drógu kyndilskvinnur frá EB. 

 

Talan er um fyrsta dystin í bólki 2. Hini liðini í bólkinum eru VB, Neistin og H71 2.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF: 

 

##med2##

 

Ein dystur var leiktur í SMS-deildini uppi í Hoyvíkshøllini.

 

H71 vann stórsigur 36-18 á VB. Í steðginum var H71 á odda 15-9.

 

Liðini fylgdust til støðuna 4-4. Eftir tað dróg H71 frá VB.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF: 

 

##med3##

 

##med4##