- Ein mynd, sum tilhoyrir eitt eyðsæð privat parlag, kann ikki almannakunngerast, uttan samtykki frá báðum pørtum. Samtykkir annar ikki og hin almannakunnger myndina, er talan heilt greitt um brot á revsilógina, sigur hon.
Hildur Hentze heitir tí á fólk um at hugsa seg væl um, í fyrsta lagi áðrenn tey yvirhøvur taka slíkar myndir og í øðrum lagi áðrenn tær vera sendar víðari.
- Tað kann tykjast spennandi, tá ein er í parlagi at taka slíkar myndir, men lat vera. Tú veitst ongantíð, hvar myndin endar, tá parlagið endar. Míni ráð eru, at tú ikki tekur myndir av tær sjálvum, sum tú ikki vilt at omma tín skal síggja, sigur Hildur Hentze.
- Síðani vil eg eisini heita á fólk, um at hugsa seg um, áðrenn tey deila myndir av øðrum. Hevði tú viljað, at ein slík mynd av tær sjálvum varð send víðari, spyr hon.
Les eisini Ørur kærleiki í Føroya rætti
Hildur Hentze ávarar um, at myndirnar vera liggjandi á netinum, tá tær fyrst eru sendar í umfar, og at tær kunnu vera liggjandi leingi.
- Hetta kann eisini fáa keðiligar avleiðingar fyri teg og onnur í framtíðini, tí meiri og meiri eru arbeiðsgevarar farnir at kanna komandi starvsfólk á internetinum. Tí kann tað gerast óheppið, um arbeiðsgevarin finnur slíkar myndir av tær ella sær, at tú deilir slíkar myndir, sigur Hildur Hentze.
Hon sigur, at ofta standa fólk hjálparleys, tá myndir av teimum enda á Facebook og øðrum støðum á alnetinum. Í mongum førum røkkur føroysk lóggáva sera stutt, og tí kann gerast ómetaliga trupult at strika myndirnar aftur.
Av løgreglustøðini í Havn siga, tey, at í slíkum førum, tá onkur hevur lagt myndir av tær út á netið uttan títt samtykki, tað verið seg bæði ónærisligar myndir og aðrar, hevur løgreglan lítlan møguleika at gera nakað við málið.
- Vit heita sjálvandi á fólk um at melda tilburðin, soleiðis at vit kunnu kanna málið, tí tað er heilt greitt brot á revsilógina at leggja ónærisligar myndir av øðrum út á Facebook og aðrar miðlar, men vit fáa tíverri ikki gjørt nógv við at strika myndirnar, um tær fyrst eru sendar í umfer, sigur Hildur Hentze.
- Tað einasta, vit kunnu gera fyri at strika myndirnar, er at heita á fólk um at melda myndirnar til Facebook, og biðja tey um at strika myndina. Tíverri vísir tað seg, at Facebook ikki er serliga samstarvssinnað, ei heldur hvat viðvíkur at lata okkum persónsupplýsingar av teirra síðu.
Les meiri í Sosialinum, ið var borin út í hvørt hús í dag.