Greitt á odda

Støðan er 19-14, nú liðini fara til hálvleik í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.

Føroyska liðið byrjaði dystin sera væl, og tað lætti nógv um, at mál alt fyri eitt vórðu sotin av báðum vengrunum, soleiðis at grønlendska verjan ikki kundi standa alt ov kompakt.

Hartil hava okkara menn hesa ferð revsað fleiri av mistøkunum, sum mótstøðan hevur gjørt, so í løtuni bendir alt á, at talan verður um ein hampuliga tryggan føroyskan sigur.