Ógreitt um Brúkaraumboð fær nøs

Sum skilst á Kringvarpi Føroya í dag er enn ógreitt, um Brúkaraumboðið fær ávaring. Vinnumálaráðið samskiftir við Andrass Holm Arge, brúkaraumboð, um atfinningarnar frá Landsgrannskoðanini.

- Vit hava tikið málið upp við hann, sigur Vinnumálaráðið, sum annars ikki vil siga meiri um málið í løtuni.

Eftir ákoyringar frá Landsgrannskoðanini um ymisk viðurskifti, er bókhaldið hjá Brúkaraumboðnum longu flutt í Vinnumálaráðið.

Arne Poulsen, aðalstjóri í Vinnumálaráðnum, vil ikki siga, um talan kann verða um at geva Brúkaraumboðnum eina ávaring.

Tað einasta, sum aðalstjórin vil siga, er, at Vinnumálaráðið hevur samskifti við Brúkaraumboðið, Andrass Holm Arge, um atfinningarnar hjá Landsgrannskoðanini.

Tað veit Kringvarp Føroya at siga.