Greitt ynski um Heimastýrissamgongu

Formaðurin í Sambandsflokkinum, Lisbeth L. Petersen heldur, at veljarakanningin kann tulkast sum, at føroyski veljarin ynskir eina heimasstýrissamgongu millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin

-Hatta ljóðar ótrúliga gott, ja heilt einastandi. Formaðurin Sambandsflokkinum er ómetaliga fegin um góða úrslitið hjá Sambandsflokkinum í veljarakanningini. Hon er kortini skjót at leggja afturat, at veljarakanningin má fyri alt ikki enda sum ein koddi hjá Sambandsflokkinum, nú ein góð vika restar í til valið.
? Eg eri sjálvsagt ótrúliga glað, men kanningin kann eisini gerast farlig, tí fólk fara nú møguliga hugsa, at teirra atkvøða nýtist ikki at fara til sambandsflokkin, tí flokkurin sær út til at klára seg uttan. Hetta mugu vit syrgja fyri at ikki hendur, sigur formaður Sambandsfloksins
Lisbeth L. Petersen sigur, at alla hennara tíð í føroyskum politikki hevur
Sambandsflokkurin ikki havt fleiri enn átta tingmenn og at talið er komið upp á tíggju er heilt ótrúligt og bara fegnast um.

Heimastýrissamgonga
Sambært veljarakanningini hava Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin einsmallir meiriluta í løgtinginum. Møguleiki er so fyri fyrstu tvey flokka samgonguni síðan 1990. Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava søguliga samstarvað í sonevndum heimasstýrissamgongum. Formaðurin í Sambandsflokkin heldur, at veljarakannigin er eitt varskó frá føroyska veljaranum til eitt samgongusamstarv við Javnaðarflokkin.
? Vit hava somu støðu til ríkisrættarliga spurningin og á sosiala økinum kunnu flokkarnir eisini samstarva. Vit hava eisini arbeitt væl saman sum andstøðu Kanningin er eitt týðuligt signal um, at veljarin ynskir eina broyting og sum tølini eru nú, kann eitt samstarv við Javnaðarflokkin væl koma upp á tal.. Hetta betýðir kortini ikki, at Sambandsflokkurin ikki er áhugaður at tosa við aðrar flokkar um samgongur, vísir Lisbeth L. Petersen á.
Hon leggur afturat, at ein tveyflokka samgonga er lættari at samskipa enn ein samgongu fleiri flokkum. Smáu flokkarnir eru vanliga avgerandi og teir stilla stór krøv. Eitt samstarv við Javnaðarflokkin kundi tí verið ein góður møguleiki, sigur hon

Politikkur og ónøgd
Spurd um hví Sambandsflokkurin áhaldandi fær so góð úrslit í veljarakanningunum, svarar Lisbeth, at tað er samantvinning av førda politikkinum hjá flokkinum og ein stór ónøgd við avrikini hjá undanfarnu samgongu.

Mynd:
Lisbeth L. Petersen er sjálvsagt ómetaliga fegin um góða úrslitið í veljarakanningini, Hon heldur at kanningin kann tulkast sum eitt varskó frá føroyska veljaranum til eina tvey flokka samgongu millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin,