Fríggjadagin 8. september vardi Greta Jiménez ph.d.-ritgerð sína um føroyska dagstovnaøkið.
Ritgerðin kallast: "At ”reika” i den færøske daginstitution: En de-kolonial undersøgelse af trivsel i daginstitutionspolitik og praksis i rigsfællesskabet."
Greta Jiménez hevur verið innskrivað á DPU, har John Benedicto Krejsler, professari,hevur verið høvuðsvegleiðari. Mie Plotnikof og Eva Gulløv hava verið hjávegleiðarar.
Í metingarnevndini vóru
Bosse Bergstedt, professari á Institutt for Pedagogikk, IKT og Læring, Høgskolen i Østfold
Firouz Gaini, professari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum
Dorthe Staunæs, professari á DPU, Aarhus Universitet, forkvinna
Karen Valentin, lektari á DPU, Aarhus Universitet, leiddi verjuna, sum gekk sera væl.
Granskingarráðið, Tórshavnar Kommuna og Føroya Pedagogfelag hava stuðlað verkætlanini, skrivar gransking, og har er meira at lesa um hetta.